ADHDtilvit 2024: “Øll læra IKKI líka”

Øll læra IKKI líka, ADHDtilvit 2024

Í dag 1. oktober setur ADHD felagið hol á ADHDtilvit, ið er mánaðurin heimurin skapar tilvit um ADHD, eisini nevndur ADHD Awareness month. Í ár hava vit valt at tilogna ADHDtilvit til Team Rynkeby Føroyar, sum stóra tøkk fyri, at tey lata heili 150.000 kr. til okkara arbeiði til børn og ung við ADHD/ADD. 

Við undirheitinum “Øll læra IKKI líka” verður høvuðsevnið í ár hetta, at børn, ung og vaksin við ADHD ofta hava øðrvísi tilgongd til læring. 

ADHD kann gera hjá summum, at arbeiðsminnið verður darvað, og tí hava torført at skipa seg, minnast, lesa og skipa tekstir og munnligar framløgur. Órógvið ger, at tey hava verri bindindi, eru áhugastýrd og keða seg skjótari. Impulsiviteturin ger, at tey hava verri við at hugsavna seg. 

Tí hava fólk við ADHD ofta tørv á serliga vælskipaðum og friðarligum karmum og meira forútsigiligheit. At hjálpa sær at at leggja heimaarbeiði til rættis, pakka tasku og møta rættstundis rætta stað er tað umráðandi at fáa góða hjálp frá einum foreldri, einum leiðbeinara ella øðrum hjálpara.

Eisini hava fleiri tørv á at nýta lesi- & skrivitøkni, ið eru ymsar hjálparappur á teldu og telefon. 

Tí í veruleikanum hava nógv við orðblindni, talblindni og øðrum lesitrupulleikum eisini ADHD. 

Tað sera positiva er, at tað gagnar innlæringina hjá øllum næmingum, tá skúlar og undirvísing verður skipað meira ADHD vinarligt.

Vit hava ikki føroysk hagtøl, men vit vita, at trivnaðurin millum ADHD’arar er nógv verri enn millum onnur børn, og fleiri megna ikki at fáa fólkaskúlaprógv og trívast illa skúlatíðina. Í Svøríki siga 65% av eldri við ADHD, at skúlatíðin var serliga torfør. Í Danmark sæst, at 25% av ungum ADHD’arum millum 15-24 ár hava hvørki arbeiði ella útbúgving. Gott 45% av teimum 18 ára gomlu við ADHD taka ikki miðnámsútbúgving. Ein av høvuðsorsøkunum fyri keðiligu hagtølini er, at vit ikki tillaga undirvísingina til tey, ið ikki læra líka.  

Hetta vilja vit gera nakað við. Tí fara vit í ár at skapa tilvit og vísa á, hvørji átøk, hjálp og batar kunna gerast fyri at fólk við ADHD fáa ein betri læring og trivnað í skúlanum.  

Allan oktober mánaða fara vit at leggja ymiskt tilfar og leinkjur út. 

Týsdagin tann 22.oktober kl.19:00 í Reinsaríinum verður árliga ADHDtilvit-tiltakið við framløgum, handan av ársins ADHDviðurkenning v.m.

Longu sunnudagin 6.okt. skipa vit fyri ADHD-limakafé, har evnið verður “skamtan av heilivági”. 

Ynskir tú at gera ein mun?
ADHD felagið er eitt tað størsta “sjúklinga”felagið í Føroyum við fleiri enn 660 gjaldandi limum. Okkara aðalmál er at betra um korini hjá teimum við ADHD/ADD og familjum teirra. Tú kanst eisini verða við til at gera mun, við at melda teg sum lim á adhd.fo. Eisini kanst tú gera mun við at skapa tilvit um ADHD, hetta við at tosa um tað, deila tína søgu, deila uppsløg á sosialu miðlunum v.m. 

Við vón um góða undirtøku, ið ber við sær framstig og bata. 

Góðan ADHD tilvitanar mánaða! 

Vinarliga nevndarlimir og tiltakslimir í ADHD felagnum 

Bjørg Dam 
Poula Patursson 
Maiken á Mýrini 
Pætur Nattestad Petersen 
Petra Weihe Mikkelsen
Birita Kjærbo Mortensen
Eyð-Britt Tjaldrastein 
Óli Nolsøe í Garðamørk

Image preview