ADHD felagið var við, tá Jensjáku kom aftur

Ein rørdur og takksamur Jensjáku við blómum frá ADHD-felagnum í gjárskvøldið. Maiken og Louisa frá ADHD felagnum vóru við, tá familjan og vinfólk heiðraðu Jensjáku.

Jensjáku Hansen er nú afturkomin aftaná at hava verið uppi á Aconcagua, heimsins hægsta fjall uttanfyri Asiu! Vit vóru sjálvandi við, tá nærmasta familjan og vinfólk tóku ímóti honum í hugnaligu húsunum hjá Ann og Jensjáku mitt í Havnini.

 

Gjørt mun fyri ADHD

Ongantíð hava vit upplivað so nógv fokus á ADHD sum seinasta árið. Og ongantíð eru vit blivin nevnd og “taggað” so nógv í uppsløgum á Facebook og Instagram, sum vit eru hetta seinasta árið!

Í veruleikanum hevur Jensjáku ikki bara megnað at rokkið túsundvís av kilometrum upp á tvey av hægstu fjøllum í heiminum, men eisini at flyta ADHD-økið í Føroyum líka langt!

Við sínum nærlagda, seigliga, blíða og ofta stuttliga máta at siga frá, hava vit øll fylgt við á hansara túrum. Vit eru nógv, sum eru blivin nógv klókari uppá tjalding, gonguskógvar og hvat frísk luft kann gera. Og hvussu ótrúliga krevjandi hetta kann vera.

Men Jensjáku hevur eisini verið við til at skapa meira forstáilsi fyri ADHD. Hann hevur so ofta fortalt, at tað serliga eru tilkomnar damur, sum fylgja við á Facebook. Og fyri okkum betýðir tað nógv, tí nógvar teirra eru mammur og ommur at okkara limum. At tær fáa meira vitan um ADHD er sum ringar í vatninum, tí tað kemur øllum ommubørnum við ADHD til góðar. Vit í felagnum hava eisini hoyrt um nógvar menn, sum kenna seg aftur í tí, Jensjáku fortelur, og sum nú ynskja at blíva útgreinaðir fyri ADHD.

 

Ein harður túrur

Tá Morgunsendingin tosaði við Jensjáku fáar tímar eftir hann var komin niður av fjallinum Aconcagua, hoyrdist týðiliga, hvussu ávirkaður hann var av at hava gjørt tað einsamallur. Hann kendi seg einsamallan og manglaði ein afturat sær, sum stuðlaði sær allan vegin. Kropsliga var eingin trupulleiki, hann var væl fyrireikaður og hevði vant nógv til hetta – men sálarliga var tað sera hart at røkka toppin, tá hann kendi seg einsamallan og uttanfyri.

Tá man hevur ADHD, hevur tað alt at siga, at man kennir seg møttan, viðurkendan og stuðlaðan. Man hevur tørv á at samregulera við onnur fólk, serliga tá nógvar broytingr eru. Man tosar eitt nú um “bodydoubling” innan ADHD. Tað vil siga, at man klárar nógv, nógv meira, um onkur er hjá, sum tú veit stuðlar tær.

 

Takk frá okkum

Túrurin og hetta seinasta árið hjá Jensjáku hevur havt týdning fyri ADHD uppá so nógvar mátar, og vit í ADHD felagnum eru sera errin av honum. Túsund takk fyri títt megnararbeiði, takk fyri tú stendur fram sum ADHD’ari og HJARTALIGA TILLUKKU við tínum risa avriki, Jensjáku.

P.S. Fleiri tykkara eru óivað spent at vita, hvussu nógvan pening Jensjáku hevur savnað inn til felagið. Hetta fara vit ikki at avdúka enn, so tit mugu bíða við tolni!