“Øll læra IKKI líka!” er ársins evni á ADHD-tilvitanarmánaðinum.

“Øll læra IKKI líka!” er ársins evni á ADHD-tilvitanarmánaðinum.
Á spennandi tiltaki í Reinsaríinum týskvøldið reisa vit spurningin “Hvussu læra vit best”

Til at nærkast einum svarið hava vit sett saman eina spennandi og fjølbroytta skrá, har Bjørg Dam, forkvinna í ADHDfelagnum fer at lýsa avbjóðingarnar limirnir í felagnum hava av hesum. Síðan kemur 20 ára gamla Fríða, sum hóast nógva skúlafráveru í fólkaskúlanum megnaði at fáa eitt sera flott studentaprógv.

Nýggj spennandi granskingarverkætlan í Co-teaching er farin av bakkastokki á Setrinum, hettar koma tríggir granskarar at leggja fram um. Forkvinnan í Orðblindalærarafelagnum kemur at tosa um føroyskar hjálparappir og ADHD vegleiðarin Maybritt við Strond kemur at taka saman um og vísa á týdningin av fakliga sjálvsálitinum.

Eisini verður handan av ADHD-viðurkenningini 2024 og umboð frá Team Rynkeby Føroyar, sum hevur stuðlað ADHD felagnum við 150.000 kr, kemur at siga nøkur orð.

Ókeypis tiltakið verður týskvøldið 22.oktober kl. 19 í Reinsaríinum og øll eru hjartaliga vælkomin!

Tiltakið verður stroymt og goymt í savninum á heimasíðuni adhd.fo!


Skráin verður hendan:

Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum bjóða vælkomin.. Nógv børn mistrívast í skúlanum og fáa ikki ta skúlagongd og læring tey burdu, hóast evnini eru har! Donsk tøl vísa, at 44,4% av 18 ára gomlum við ADHD ikki eru undir útbúgving, og heili 25% av 15-24 ára gomlum hvørki arbeiða ella ganga í skúla. -Hvussu kunnu vit gera ein ADHD vinarligari skúla, so fólk við ADHD eisini læra?

Lívssøga: Frá skúlafráveru í fólkaskúlanum til flott studentsprógv!
20 ára gamla Fríða fekk staðfest ADHD sum 15 ára gomul. Hóast lítla skúlagongd í 7. til 9. flokki fekk flott studentsprógv. Hvussu lærdi hon at læra seg og at skipa skúlagongdina?

Co-teachingverkætlan hjá Setrinum
Granskarnir á Námsvísindadeildini Frida Poulsen, Petur Lamhauge og Anna Eikholm leggja fram um spennandi Co-teachingverkætlan, ið Setrið er farið í gongd við. Tað verður fyrst ein stutt innleiðing um inklusión í Føroyum. Síðan koma tey inn á, hví er týdningarmikið við eini Co-teachingverkætlan í føroysku fólkaskúlunum? -Hvat er Co-teaching og hvussu kann hon síggja út í verki? -Hví er sernámsfrøðiligur kunnleiki og førleiki týdningarmikil fyri inklusión?

ADHD og orðblindi
Annika Katrin Joensen forkvinna í Orðblindalærarafelagnum kemur at tosa um orðblindi og vísir á, at fleiri við orðblindi eisini hava ADHD. Nógv við ADHD fáa gagn av og læra betri við at nýta lesi-& skrivitøkni. Hon kemur at vísa føroyskar appir, forrit og heimasíður. Tær eru Intowords, Ereolen, Ereolen GO, Nota og tekst-til-talu appirnar Voisit og Dictus

Fakligt sjálvsálit og sálarheilsa!
Maybritt við Strond PD í logopedi og vegleiðari í ADHD felagnum kemur at taka samanum og vísa á, hvussu týdningarmikið tað fakliga sjálvsálitið er, tí tað lyftir sálarheilsuna upp.

Handan av ADHD-viðurkenningini 2024 og umboð frá Team Rynkeby Føroyar, sum hevur stuðlað ADHD felagnum við 150.000 kr, kemur at siga nøkur orð.

Umleið Kl:21:20 liðugt

Vit takka Team Rynkeby Føroyar, MEGD og Tórsgøtu fyri stuðulin.