Okkara nevnd: Birita

 

Eg eiti Birita Kjærbo Mortensen og eri 30 ár. Dagliga starvist eg sum leiðari á einum frítíðarskúla.
Eg havi sjálv ADHD, sum eg fekk staðfest sum tannáringur, eisini eri eg mamma at trimum børnum, har tvey hava ADHD.

Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum?

Eg havi valt at melda meg í nevndina, tí at eg ynski at varpa ljós á alt tað góða við at hava ADHD, og hvussu stóran týdning tað hevur at fáa diagnosuna staðfest tíðliga.
Tá eg endiliga fekk diagnosuna ADHD, helt eg, at verðin kollapsaði, og eg skilti ikki hvat hetta var. Eg valdi alt, sum hevði at gera við ADHD, frá og brúkti alt ov nógva orku uppá alt, eg nú ikki kundi.
Tá eg so bleiv mamma og byrjaði at hugsa tankan, at ADHD kanska er har eisini, so føldi eg, at eg mátti broyta hugsan, og hevur tað verið ein lang prosess. Men eg ynski, at verðin gerst meira opin og tilgongilig fyri mínar eftirkomarar. Øll broyting byrjar við einum sjálvum.

Hvat eru tíni hjartamál í nevndararbeiðnum?

Gjøgnum mítt ADHD havi eg lært, at eg havi ómetaligar nógvar styrkir, sum eg royni at minna meg á hvønn dag.
Og hesar styrkir vóni eg, at eg kann brúka til at ávirka samfelagið, soleiðis at børn kunnu fáa staðfest ADHD tíðliga (áðrenn 6 ár). Tí tíðliga útgreining og diagnosa kunnu minka um sekunder symptomir, sum til dømis angist o.a.
Eisini er eitt av mínum hjartamálum at seta inn við amboðum og stuðli beinavegin, heima og á stovni ella skúla. Tað skal vera nemmari at lofta børnum, eisini við ADHD líknandi avbjóðingum. Eg vil arbeiða fyri betri normering á stovnum og skúlum, og at fakfólk fáa meira vitan um ADHD.

At arbeiða við ADHD til dagligt er ikki bert fyri børn við ADHD – tað er fyri øll børn!

Eg loyvi mær at siga, at nærum øll menniskju høvdu trivist í einum ADHD-pedagogikki, so hví ikki innføra hetta í dagstovnar, skúlar og aðrastaðni, har børn og ung eru.

Títt besta ráð til tey við ADHD ella teirra nærmastu?

Stóla uppá búkkensluna og hald ikki aftur. Kanna á netinum ella set teg í samband við ADHD-vegleiðingina og fá meira vitan um ADHD, og hvussu tú/tit kunnu hava eitt ADHD-vinarligt heim.

Ikki bíða eftir eini diagnosu – byrja beinanvegin!