Okkara nevnd: Maiken

 

Eg eiti Maiken á Mýrini og eri 57 ár. Eg havi eina 20-ára gamla dóttir við ADHD.

Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum

Mær dámar væl at vera við í nevndararbeiðnum. Við mínari vitan og royndum ynski eg at gera mun.

Tíni hjartamál í nevndini?

Míni hjartamál eru at arbeiða fyri ung við ADHD, serliga ungar gentur, og við sjálvhjálparbólkum. ADHD hjá gentum er ómetaliga komplekst. Verður diagnosan ikki rætt handfarið, hevur tað ovurhonds stórar fylgjur fyri tær. Ungdómsárini eru avbjóðandi hjá øllum, men serliga avbjóðandi hjá gentum við ADHD, og kann hetta ávirka tær á ymiskan hátt gjøgnum lívið. Tær kempa hjartaskerandi hart hvønn dag fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman.

Ungdómsárini eru avbjóðandi hjá øllum, men serliga avbjóðandi hjá gentum við ADHD, og kann hetta ávirka tær á ymiskan hátt gjøgnum lívið.

Mítt ynski er, at vit skulu varpa meira ljós á hetta, so vit gerast betur til at kenna eyðkennini uppá ADHD hjá gentum. So kunnu vit veita teimum ta hjálp, teimum tørva til tíðina, tí tíðliga hjálp og røtt viðgerð er altavgerðandi – fyri øll.
Mítt ynski er eisini, at tað verður upplýst meira um, hvørji rættindi eru í skúla-og útbúgvingarskipanini. Tað er av stórum týdningi, at vit í ADHD felagnum kunnu geva okkara íkast og vitan, og at vit hava eitt gott og tætt samstarv við skúla- og útbúgvingarstovnarnar.
Eg eri partur av sjálvhjálpartoyminum í ADHD felagnum og eri sera glað fyri, at vit í felagnum hava møguleika at skipa fyri sjálvhjálparbólkum. Tað er bæði gott og gevandi at kunna tosa við onnur og at vegleiða hvørjum øðrum. Har følir tú teg ikki forkerta. Tørvurin er stórur og veksandi, og mín vón er, at vit kunnu halda áfram við sjálvhjálparbólkunum.


Títt besta ráð til tey við ADHD ella teirra nærmastu?

Mítt ráð til foreldur er fyrst og fremst at góðtaka diagnosuna og at seta seg inn í og skilja ADHD. Á tann hátt kunnu vit stuðla, vegleiða og hjálpa okkara børnum. At hava vitanina um ADHD og forstáilsi fyri avbjóðingunum er ómetaliga umráðandi.

Vit skulu eisini savna okkum um teir nógvu góðu eginleikarnar, barnið hevur, uttan mun til diagnosuna.