Sóknast eftir luttakarum við ADHD, ið eru millum 18 og 45 ár til kanning hjá masterlesandi á Setrinum

Dagføring 16.feb. Stórur áhugi hevur verið fyri at luttaka í kanningini, nú eru nóg nógvir luttakarar komnir 🙂 Takk øll somul <3

Vit í felagnum eru sera fegin um, at altsamt fleiri einstaklingar, feløg og stovnar vísa ADHD áhuga, eitt nú eru tað fleiri og fleiri, ið venda sær til okkara, tí tey skriva lestraruppgávur í samband við útbúgving, hetta á øllum lestrarstigum, líka úr fólkaskúlanum til PHD á Setrinum.

Bert við meira vitan og upplýsing nærkast vit endamáli felagsins, sum er at Føroyar skal verða eitt betri samfelag fyri fólkum við adhd og teirra avvarandi. Tí ynskja vit sum felag altíð at hjálpa við kunning, at vísa á hagtøl ella við at savna luttakarar. Niðanfyri er bræv frá Jórun og Paulu, ið skriva masterritgerð á Setrinum:

Hey hey 🙂

Hevur tú fingið staðfest ADHD/ADD 15 ár ella eldri, og ert tú millum 18 og 45 ár?
Vit høvdu verið takksamar um tú vildi verið við til at lýsa tínar upplivingar, tá tú fekst staðfest ADHD, og fortelja okkum, hvussu tað er at ganga í skrúla, tá ein ikki veit av sínum ADHD’ið, ella hevur fingið tað seint staðfest.

Á hendan hátt, kanst tú møguliga vera við til at betra um umstøðurnar, hjá fólkum við ADHD.

-Lesið meir í skrivinum niðanfyri, ella verið vælkomin at ringja ella skriva SMS á tlf. +298 26 17 72 ella +298 53 96 86.

Vinarlig Jórun og Paula

https://adhd.fo/wp-content/uploads/2024/02/Kanning-ADHD-kunningarbraev-samtykki-februar-2024-2xx.pdf