Í hesum døgum eru vit í Oslo til árliga fundin við norðurlendsku ADHD feløgini. Í ár luttaka 7 norðurlond Noreg, Ísland, Danmark, Svøríki, Finland, Áland og Føroyar.

ADHDfelagið er limir í felagsskapinum ADHD Norden, har norðurlendsku ADHD feløgini eru limir og skiftast vit til at møtast á hvørjum árið í okkara norðurlendsku londum. Her samstarva vit um at deila okkara vitan og tilfar. Vitan er ein týðandi táttur og amboð fyri at røkka málinum, og tí er sera týdningarmikið, at vit áhaldandi fylgja væl við og veita góða vegleiðing, og tað gera vit við eitt nú, at luttaka í samstørvum í Føroyum og uttanfyri Føroyar.

Norðurlendsku ADHD feløgini



