MEN TÚ KLÁRAR TEG JÚ SO VÆL? Við hesum orðunum bjóðaði okkara forkvinna Bjørg Dam vælkomin til ársins ADHDtilvit, sum í ár hevði sjóneykuna á „Kvinnur og ADHD/ADD – Tað, tú ikki sært“ ![]()
Í síni týdningarmiklu røðu varpaði Bjørg ljós á tær mongu kvinnurnar, sum hvønn dag stríðast við avbjóðingar, ið onnur ikki síggja. Bjørg legði dent á týdningin av heilsujavnstøðu, størri tilvit og rættinum til at verða sædd, skild og fáa hjálp – eisini tá tað út eftir sær út til, at alt gongur væl.
Okkara forkvinna ger eitt ómetaliga stórt og virðismikið arbeiði fyri felagið. Við sínum eldhuga, áræði og stóra hjarta arbeiðir hon ótroyttiliga fyri at betra um korini hjá fólki við ADHD/ADD og teirra avvarðandi.
Vit eru sera takksom fyri hennara stóra íkast og fyri, at hon áhaldandi torir at seta orð á tað, sum so nógv onnur ikki tosa um ![]()
”MEN TÚ KLÁRAR TEG JÚ SO VÆL?”
Hjartaliga vælkomin til ársins ADHDtilvit, tiltakið ið bindur sloyfu um ein mánaða heimsins ADHDfeløg hava arbeitt saman um, fyri at breiða tilvit og betra um korini hjá havandi og avvarandi við ADHD. Á enskum nevndur ADHDawareness month.
Hettar er 6 árið á rað, at felagið eru við í ADHDtilvit og har vit geva eina serstaka ADHDviðurkenning til ein persón, sum hevur gjørt nakað serligt fyri ADHD/ADD.
Hví Kvinnur og ADHD/ADD – Tað, tú ikki sært
Á einum nevndarfundi í summar sat nevndin og arbeiddi við at finna eitt evnið, og tað var beinanvegin semja um, at tað skuldi snúgva seg um kvinnur. Um tær, sum ikki kenna seg aftur í almenna rúminum, tá tosað verður um ADHD. Tær, sum verða møttar við “Ikki eisini tú” og Men tú, tú klárar teg jú so væl.
Eg sum mamma, sá ein annan vinkul, tá eg fyri næstan 10 árum síðani mátti viðurkenna og góðtaka ADHD og at okkara lagna sum familja var at blíva knýtt at psykiatriini. – hevði eg sloppið at valt, hevði eg valt annað økið innan heilsuverkið, har bíðikøin ikki er longst og sum ikki var so stigmatiserað, men hinvegin, tá so diagnosan endiliga kom í húsið, so hevur tað verið ein stór gáva, at kunna venda skeivu gongdini rætt, og sum familja eru vit komin sera væl undan.
Stigma, bíðikø, fordómar – tað kann man gera nakað við!
Hetta er eitt stríð um heilsujavnstøðu. Um at kvinnur skulu hava sama møguleika at verða sæddar, skildar og fáa røttu hjálpina — eisini tá tær síggja út til at klára seg væl. Vit kunnu ikki lata tað vera ein treyt fyri at fáa hjálp, at alt fyrst skal detta sundur.
Í gjár fór ein ung kvinna eg kenni til kommunulæknan, tí hon í longri tíð hevði trivist alsamt verri. Læknin mistonkti ADHD og gav henni eitt ASRS v1.1-spurnablað at útfylla.
Fleiri spurningar snúgva seg um sjónliga órógv — men hvar sæst kvinnan, sum situr still, meðan alt koyrir innaní? Hvar er kvinnan, við etingarólag? Hyggja vit bara eftir krossunum, kunnu vit missa úr eygsjón, hvussu nógv hon stríðist fyri at fjala sínar trupulleikar. Í poddinum hjá Elini nevndi ein skemtiliga, at diagnosan er grundað á 27 ára gamlir menn, ið viga 70 kg. Tað er helst ikki langt av leið!
Hendan kvinna fekk ávísing til psykiatriina og dróg nummar 812 –
Her sæst týðiligast ójavnstøða innan heilsu í Føroyum, vil eg loyva mær at siga.
Verri er, at kvinnur við ADHD passa illanokk niður í ADHDkassan og er hetta helst ein av orsøkunum til, at gentur og kvinnur verða seinri útgreinaðar.
Kvinnur í føroyum arbeiða meira og longri, tær eru primeri umsorganarpersónur, tær halda hús, eru toghaldarar tá skúli og heilsa hjá børnum umræður, og kanska eisni hjá foreldrum. Tað krevur minst eitt fultíðarstarv at liva í Føroyum. Er hon einlig, ja so røkkur ein meðal til meðal høg mánaðarløn ikki til at reka nakað heim fyri. Uttan útbúgving, ja tað ber snøkt sagt ikki til. Hevur unga gentan ikki foreldur at hjálpa við at rinda, so hevur hon helst ikki ráð til útbúgving, ella at keypa heilivág fyri at megna útbúgving!
Skipannarliga eru kvinnur fíggjarliga ójavnsettar, barnsburðartíðin kostar tí tær missa inntøku, missa arbeiðsansinietet og missa pension. Barnsins sjúkradagar kosta. Arbeiðsmarknaðurin lønar maskulinu arbeiðinum bara meir í Føroyum! Men tað ber til at gera nakað við tað.
Tað ósjónliga stríðið, bíðikøin og fíggjarligu umstøðurnar snúgva seg øll um heilsujavnstøðu. Um hvør í veruleikanum hevur møguleika at fáa hjálp — og nær.
Í Føroyum eru vit tó so heppin, at eiga so nógv góð fólk, avvarandi og fakfólk sum hava kempað fyri hettar økið í nógv ár, og sum halda seg dagførdan við nýggjastu vitanina – hetta helst tí, tey í gerandisdegnum síggja, hvussu adhd gevur vón, virkna og trivna.
Heilsujavnstøða krevur eisini, at vitanin um kvinnur verður tikin við í ta hjálp og viðgerð, tær fáa. Tí hevur hetta kvøldið týdning.
Seinastu árini hevur man granskað meir í samanspælinum millum hormonir, menstrationsyklus og heilivágsviðgerð av ADHD. Hettar er enn sera nýtt og tí av stórum týdningi at fáa skapa meira vitan um, tí hava vit bjóðað Katrin Kallsberg, lækna í kvinnusjúkum og nýggj forkvinna í etiska ráðnum, og hevur sitið í javnstøðunevndini og Tormóð Stórá, sálarlækna og yvirlækni í psykiatriini og vænta vit, at vit í kvøld fáa nógva nýggja vitan sum hjálpa kvinnum við ADHD/ADD!
Vit eru sera takksom fyri, tit vilja luttaka og vit vita væl, at nógv svar eru eftir at finna og at tit ikki fáa svarað øllum enn. To so eru vit sera áhugaði at læra og hoyra um nýggja vita, sum kann hjálpa kvinnum við ADHD/ADD!
Áðrenn vit fara víðari, vil eg eisini senda eina serliga tøkk til kvinnurnar, sum í kvøld hava sagt ja til at greiða frá sínum egnu lívssøgum. Og til øll tykkum, sum tora at vera opin um ADHD, bæði í familjuni, millum vinir, í skúlanum, á arbeiðsplássinum og alment. – Tit eru við at geva øðrum sjálvsinnlit,
Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at tit tora at siga frá. Tí tá tit greiða frá tí, sum onnur ikki síggja, hjálpa tit ikki bara øðrum at skilja ADHD betur. Tit hjálpa eisini øðrum at kenna seg aftur og kanska skilja seg sjálv fyri fyrstu ferð.
Eina stóra tøkk til Elin í Stórustovu sum vil hjálpa okkum at leiða sofaprátinini í kvøld. – Tú hevur um nakar stóra vitan um neurodivergent, tú ert m.a. autismu serfrøðingur, stresscoach, hevur skeiðir í ADHD og autismu, parráðgevi og ikki minst, so hevur tú framleitt sera góðu poddvørpini saman við sjúkrahúsverkinum. Tey kunna hoyrast á Spotify.
Eftir alt hettar, er tað sjálvsagt, at tað var lætt hjá nevndini at velja evni! Tí hóast kvinnan sær út til at klára seg væl, so er tað so nógv vit ikki síggja og vita. Men eftir hettar kvøldið vita vit meir!
Hjartans tøkk fyri tað ![]()













