Hvat er ADHD, og hvussu kunnu vit skapa ein lættari og betri gerandisdag fyri børn og vaksin við ADHD?
ADHD felagið bjóðar sær at koma út á stovnar og fyritøkur at hava fyrilestrar um ADHD. Vit koma bæði á stovnar, sum arbeiða við børnum, og á stovnar og arbeiðspláss, har vaksin við ADHD eru partur av gerandisdegnum.
Bæði børn og vaksin við ADHD hava tørv á tryggum og góðum karmum, har tey verða møtt við fatan, virðing og røttu stuðulsamboðunum.
Vit taka støði í hugsanini um, at øll gera tað besta, tey kunnu, við teimum fortreytum, tey hava. Tá vit skilja avbjóðingarnar, sum ADHD kann hava við sær, kunnu vit betur skapa umstøður, ið fremja trivnað, menning og luttøku í gerandisdegnum.

Fyrilestrarnir verða lagaðir til tykkara tørv og málbólk.
Vit leggja dent á at geva bæði vitan um ADHD og ítøkilig amboð, sum kunnu nýtast í gerandisdegnum.
Umframt fyrilestrar bjóða vit eisini vegleiðing og sparring um eitt nú innrætting av rúmum, skipan av gerandisdegnum, handfaring av truplum støðum og aðrar avbjóðingar, sum kunnu standast av ADHD.
Gerist limur í ADHD felagnum
Vit bjóða stovnum og fyritøkum at gerast limir í ADHD felagnum. Sum limur er møguleika at nýta okkara ADHD vegleiðing, har tilber at fáa ráð, stuðul og sparring í sambandi við ADHD.
Fyrispurningar kunnu sendast til okkum á adhd@adhd.fo


