ADHDlimakafé 7.apríl kl.15
Sunnudagin 7.apríl 2024 fara vit aftur at seta sjóneykuna á børn og ADHD, og hvussu man heilt praktisk kann seta tíðliga inn, tá illgruni er um ADHD hjá barninum. Hesa ferð standa Birita Kjærbo Mortensen og Poula Patursson fyri kaféini. Birita er útbúgvin námsfrøðingur, leiðari á Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt og mamma at børnum við ADHD. …. Continue Reading
Nevndin í ADHD felagnum
Nevndin í ADHD felagnum hevur skipað seg av nýggjum. Í nevndini eru 7 nevndarlimir og 2 tiltakslimir!! ADHD felagið hevur nú yvir 600 limir, sum er rekord! Tí er tørvur á einum sterkum ADHD felag, sum áhaldandi fylgir við, upplýsir og ger ein mun, har tað er neyðugt. Vit gleða okkum at fara til verka …. Continue Reading
Aðalfundur felagsins verður í Perluni 3.mars 2024 kl. 15.
Í ár býta vit tiltakið upp í tvey, eitt alment tiltak við spennandi framløgu um gransking & handan av stuðli. Eftir steðgin verður sjálvur aðalfundurin fyri limir. Á almenna tiltakinum hava vit fingið Tórunn Ósá granskara, at greiða frá sínari sera spennandi granskingarverkætlan í samstarvi við Setrið og LS.Tórunn granskar um títtleikan av neurologiskum sjúkum/brekum …. Continue Reading
Sóknast eftir luttakarum við ADHD, ið eru millum 18 og 45 ár til kanning hjá masterlesandi á Setrinum
Dagføring 16.feb. Stórur áhugi hevur verið fyri at luttaka í kanningini, nú eru nóg nógvir luttakarar komnir 🙂 Takk øll somul <3 Vit í felagnum eru sera fegin um, at altsamt fleiri einstaklingar, feløg og stovnar vísa ADHD áhuga, eitt nú eru tað fleiri og fleiri, ið venda sær til okkara, tí tey skriva lestraruppgávur …. Continue Reading
ADHDkafé um NFPP familjuterapi
Í fyrstu limakaféini í ár, sum verður í MEGD sunnudagin 4.februar kl. 15, fara vit at seta sjóneykuna á, hvussu foreldur kunnu hjálpa barninum sum stríðist, so tíðliga sum gjørligt, eisini áðrenn tað fær staðfest ADHD. Vit hava fingið Súsonnu Reinert-Petersen, yvirlækna í Barna- & ungdómspsykiatri at koma at greiða frá familjuterapiháttinum NFPP (New Forest …. Continue Reading






