Hóskvøldið 10. juni kl. 19:00 skipar ADHD-felagið fyri Føroya fyrstu ADHD-kafé í Reinsarínum.
(tiltakið skuldi verða 27.mai, men varð úsett vegna koronu)
- Hevur tú ADHD ella ADD?
- Vilt tú vera saman við øðrum, sum hava tað sum tú?
- Hug at hoyra eina persónliga søgu um lívið við ADHD?
- Brellast tú eftir at vita meira?
Kom við á ADHD-kafé! Tú ert vælkomin at taka vinfólk við.
Skrá
19:00 – Gyðja við Strond bjóðar vælkomin.
19:10 – Tórmóður Stórá leiðandi psykiatari á LS greiðir frá, hvat ADHD er fyri nakað.
19:40 – Minikonsert við Marius Ziska
20:10 – Pætur Nattestad Petersen fortelur um sítt ADHD.
20:30 – Minikonsert við Brimhvítt
20:50 – Sofaprát: Pætur Nattestad Petersen, Sita Rajani og Gyðja við Strond tosa um typiskar trupulleikar hjá ADHD-arum og svara spurningum frá áhoyrarum. Poula Patursson, nevndarlimur í ADHD felagnum er orðstýrari.
21:20 – Gyðja tekur samanum.
21:30 – Liðugt.
Tiltakið liggur eisini á Facebook
Fyriskiparar eru Gyðja við Strond og Pætur Nattestad Petersen.