ADHD-felagið hevur á limafundi tann 23.oktober 2021 valt at lata Tórmóði Stórá ársins ADHD viðurkenning 2021.
Í arbeiði sínum sum leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum hevur Tórmóður gingið á odda fyri at skapa ADHD-tilvit og at menna ADHD klinikkina.
Tórmóður er eldhugaður í arbeiði sínum og eisini í frítíð síni ger hann ein stóran mun innan økið við at Føroya fólk hava fingið betri innlit í ADHD/ADD.
Tórmóður er sera samstarvssinnaður og er altíð fúsur at hjálpa og taka lut í tí, sum ADHD-felagið skipar fyri.
Í Føroyum gongur Tórmóður á odda, tá tað kemur til gransking og vitan um ADHD/ADD, og er hann altíð til dystin fúsur at geva víðari av vitan síni.
Í sínum starvi hevur hann havt ein avgerandi leiklut í lívinum hjá nógvum fólkum, til tess at hesi kunnu liva eitt gott lív við neuropsykiatriska órógvi teirra.
Tórmóður hevur tikið risa tøk til gagns fyri fólk við ADHD/ADD og avvarðandi teirra. Tí eigur hann ein stóran part av æruni, at vit í Føroyum eru komin so langt sum vit eru við at skapa ADHD tilvit og viðurkenning.
ADHD-felagið takkar Tórmóði fyri ótroyttiliga ágrýtni hansara og fyri sera gott samstarv.