Eingir pengar raðfestir til, at fáa køina niður!

-194 børn eru nú í hesi støðuni synirnir hjá Rebekku, Rithu og Anna vóru í, fyri nøkrum árum síðani, les teirra hjartasuff við at fylgja leinkjunum:

Rebekka
Ritha
Anna

Siri Stenberg hevur spurt Heilsumálaráðharran um bíðitíðina, og svarið er grelt! – tað kann lesast her: Kaj Leo svarar Siri Stenberg


Nógv tann størsti parturin av hesum børnunum í køini hava ADHD. Tað vil siga, at tá tey sleppa framat, er tað ADHD tey fáa staðfest. Summi fáa staðfest ADHD við einari aðrari diagnosu sum autismu, OCD v.m.

Fleiri av børnunum hava fingið hjásjúkur so sum angist, tunglyndi og sjálvskaðandi atburður, sum helst hevði kunnað undgingist, um hond var tikið um ADHD’ið nóg tíðliga.

Í meðan tey standa í køini hava tey ikki atgongd til hjálpina tey hava rætt til og tørv á. Tí versnar støðan hjá hesum børnum fyri hvønn dag einki verður gjørt!


Eingin hjálp at heinta, tí uttan diagnosuna, fáa tey ikki heilivág og hjálp frá almannaverkinum og skúlaverkinum.
2. milliónir eru settar av til at uppraðfesta psykatri, men hesar milliónirnar eru oyramerktar til psykatriska skaðastovu, tí er veruleikin tíverri tann, at ikki ein króna eykað er til at fáa køina niður.


Tað er ikki bara pengar til psykiatri ADHD økið innan børns snýr seg um. Tað snýr seg líkaso væl um at útbúgva sernámsfrøðingar, lærarar í serdidaktikki, at endurskoða Sernám og Gigni og allar mannagongdir, skipanir og tilboð innan dagstovnar og skúlar. Eisini skula barnaverndirnar umskúlast til at síggja og duga at lofta ADHD/ADD betri.
Vit koyra so nógvar pengar í øll hesi økini í dag, men tá skipanarfeilir eru og fakligheitin lág, so røkka pengarnir ikki sínum endamáli. Tí síggja vit, at trupuleikarnir eskalera í dag, hóast nógv verður gjørt og nógvir pengar brúktir.

Tað krevur eina heildarætlan og at øll trý ráðini: almanna-, heilsu- og mentannaráðið lyfta økið í felag.

Men fyrst og fremst, so er tað Kaj Leo, sum hevur ein fløskuháls at loysa, so børnini kunnu fáa m.a. ADHD heimaráðgeving, endurgoldnar meirútreiðslur, avlasting, lesi- og skrivitøkni og m.a. eisini kunnu luttaka í sjálvhjálparbólki í ADHD felagnum.


Kom nú, vitanin er har nú manglar bara raðfestingin!

Bjørg Dam

Forkvinna í ADHD felagnum