#8 Hvør situr í nevndini?

Okkara nevnd 👇🏻

1️⃣ Bjørg Dam, 46 ár, sjálvstøðug vinnurekandi, forkvinna í ADHD felagnum og býráðslimur í Tórshavnar kommunu @bjorg_dam

2️⃣ Hví ert tú í nevndini?Eg eri mamma at drongi, sum fekk staðfest ADHD sum 9 ára gamal. Eg tori ikki at hugsa um, hvar vit høvdu verið í dag, um vit ikki fingu hjálp og viðgerð, tá sonurin var 9 ár. Av tí vit góvu honum røttu hjálpina, so hevur hann fingið allar bestu fortreytirnar fyri at fáa eitt gott lív, við somu møguleikum sum øll onnur. Hann fer glaður í skúla hvønn dag, hevur áhugamál, gongur til ítriv, hevur góðar vinir og elskar frítíðartilboðið hjá Klubb 188. Í skúlanum og í klubb eru sera dugnalig fólk, har er forútsigiligt við greiðum rættvísum reglum. Men eg taki einki av hesum fyri givið, tí tað er ikki bara komið til okkara – vit hava kempað!

3️⃣ Hjartamál í nevndararbeiðnum? Eg havi upplivað okkara lív áðrenn og aftaná diagnosuna hjá soninum, og sum forkvinna í ADHD-felagnum havi eg hoyrt hundraðtals søgur um, hvussu lívið broytist, tá diagnosan er staðfest. So tí ivist eg slett ikki í, at diagnosan er NEYÐUG at staðfesta. Summi halda, at ein diagnosa gevur avbjóðingar! Men tað eru avbjóðingarnar, sum geva diagnosuna. Diagnosan er lykilin til hjálpina 👊🏻Okkara hjálp kom tilvildarligt, ikki tí Sernám ella kommunan hjálpti okkum! Skipanin eigur at eftirmetast, tí eingin eigur at detta ímillum! Eg brenni serliga fyri tíðliga útgreining, og at øll skula fáa eitt skúlaumhvørvi, tey mennast í! Fakligheit, serflokkar og vilji eru sentral! Lesi- og skrivitøkni hevur eisini víst seg gera stóran mun. Vit kempa eisini fyri, at ADHD’arar ikki skulu diskriminerast í arbeiðslívininum, ella tá teir skulu velja sær útbúgvning ella tekna trygging. Hetta eydnast í norðanlondunum, so tað kemur eisini her 🇫🇴

4️⃣ Títt besta ráð? Tað er so lætt at ivast sum foreldur! Men í einum sterkum felagsskapi, so styrkist man! Saman blíva vit betri at hjálpa hvørjum øðrum at hjálpa okkara ADHD’ara! Eitt fjølment virkið felag er við til at betra samfelagið at hjálpa okkara ADHD’arum. So mítt ráð er at melda seg í ADHD-felagið 😊

#adhdnevndin#viðurkenning#adhdfo#adhdføroyar#adhdfelagið#øðrvísisaman#adhdtilvit