Okkara nevnd
Bjørga Sivertsen, 35 ár, útbúgvin sosialráðgevi og arbeiði á almannaverkinum @lifeofsivertsens
Hví ert tú farin í nevndina? Eg havi ein son og mann við ADHD og vildi fegin verða við í nevndini, tí eg haldi at tað er altavgerandi at arbeiða við at skapa rúm, møguleikar og fokus á tey, sum hava ADHD í Føroyum
Hjartamál í nevndararbeiðnum: Eg vil gjarna verða við at gera ein mun í lýsingarátøkum. Og eg ynski, at kunningin og ráðgevingin er tøk til tey, sum leita sær hjálp! Tí brúki eg eisini mín platform á instagram til at varpa ljós á ADHD-felagið og ADHD sum heild Eg føli, at eg við mínum egna profili kann varpa ljós á og stuðla ADHD-felagnum sum eitt andlit útattil
#adhdnevndin#viðurkenning#adhdfo#adhdføroyar#adhdfelagið#øðrvísisaman#adhdtilvit