Hugleiðingar: í gulum gummistyvlum

Poula Patursson hugleiðir:

Eina ferð skuldu vit í brúdleyp. Eitt dagbrúdleyp. Vit høvdu fyrireikað dóttrina væl, valt ein kjóla í felag. Lagt alt klárt. Hon gleddi seg, tí ein av bestu vinkonunum fór at vera har. Nú skuldi tað vera, hon skuldi fáa eina uppliving, tí hon so sjáldan kom við í føðingardagar.

Men tá samanum kom, og vit skuldu avstað, brotnaði hon. Fullkomiliga. Hon megnaði ikki at lata seg í kjólan. Hon bara græt. Kláraði ikki skiftið. Spenningin. Forvæntningarnar.

Hon kom við til síðst – og var ógreidd, í gulum gummistyvlum og tjúkkum dýnujakka.

*

Og so kom eg at hugsa. Hví er tað ein trupulleiki?

Um bara heimurin var ein nudistlega, har ongin gekk í klæðum. Ella har klæðir ikki høvdu seymir. Ella merkir. Ella gjørd av ull. Har ongin larmur var.

Har skúlar høvdu 1 vaksnan fyri hvørt barn. Og lítlar ljóðtættar holur til børnini at brúka. Og stórt grønt øki uttanfyri við nógvum djórum. Serliga rossum.

Um bara heimurin var uttan irriterandi og larmandi lítil systkin. Og uttan perfekt stór systkin, ið eru ómøgulig at liva upp til. Har mammur og pápar altíð vóru samd. Um alt. Og høvdu stýr á øllum. Ein heimur uttan avboð, avlýsingar og broytingar í planum. Har fólk hildu síni lyftir.

Har føðingardagar altíð vóru uttan larm og við heilt fáum fólkum. Um bara hár ikki kundi blíva fløkt. Um bara ein skúlatími vardi í 10 minuttir. Og lærarin altíð kundi hjálpa og skipa undirvísingina, so ongin skal keða seg. Ella bíða allatíð. Og har alt var spennandi.

Um bara mammur og pápar kundu arbeitt hálva tíð og fingið somu løn.
Um bara, um bara…

So hevði dóttirin ikki havt avbjóðingar. Hon hevði ikki verið so stressað og havt so torført við at skilja heimin. Ikki havt so ringt við at blivið loftað í skúlanum. Ja, eg haldi næstan hon hevði verið heilt normal, um heimurin kundi rúmað henni💚

Men heimurin er ikki soleiðis, tíverri.

Klæðir skriða. Fólk eru óforútsigilig. Ætlanir broytast. Systkin larma. Føðingardagar eru ein marra. Fólkaskúlin loftar ikki nóg væl. Mammur og pápar eru ofta ógreið og ósamd. Og eg kann blíva við.

Heimurin er ikki tillagaður fólk við avbjóðingum!

Dóttirin hevur ADHD og Aspergers syndrom eitt slag av autismu.

Hon var øðrvísi longu á føðideildini og kravdi sera nógv av okkum foreldrum. Hon fór frá 0 til 100 uppá eitt sekund. Var skjót til alt. Hon koyrdi í einum øðrum geari enn onnur, lærdi seg at renna sama dag sum hon fór til gongu. Altíð ótolin og alt gekk ov seint fyri hana. Ongantíð í frið.

Og ofta var gerandisdagurin ov strævin, hon var ofta kedd og ónøgd. Græt meira enn onnur.

Men gløgg og skjót at læra. Stuttlig og prátingarsom. Stórt orðaforráð.

*
Tað var ein lætti at fáa diagnosu setta á, tí so var tað ikki bara vit sum ikki duga.

Men tað var eisini ein stór sorg 💔 Tí so er tað varandi. Ikki nakað hon bara skal veksa frá. Ella uppdragast burturúr. Sum fólk annars royndu at fortelja okkum.

  • Gentur eru so øðrvísi.
  • Bíða bara til hon blívur størri.
  • Hon skal bara læra tað

Men onnur fólk skilja tað ikki altíð. Skilja ikki altíð, at trupulleikin ikki er, at hon ikki VIL, men at hon ikki megnar! Ella at hon gloymir tað.

Onnur duga ikki altíð at taka tey atlit, ið mugu takast, fyri at hennara heimur ikki skal rapa saman. Hóast tey fáa at vita hon hevur ADHD og autismu.

Diagnosan kann vera ósjónlig, um tú møtir dóttrini. Tú sært ikki nakað brek. Ein prátingarsom aktiv genta, ið dugir nógvar vittigheitir, um tú also ert opin og fyrikomandi. So fortelur hon um okkara hund og kettu, um onkran film, um ross, um alt møguligt. Humor sum fáur.

Men ein heldur innilukkað og kedd genta, um hon gerst strongd, ella um hon ikki er trygg við fólk ella har er larmur rundanum. Ella um hon ikki fær at vita, hvat fer at henda.

Sum til dømis til føðingardagar. Ella í skúlanum. Onkutíð halda fólk hon má vera móð. Ella kedd um okkurt.

Ella óuppdrigin at sita inni í tíma við hettuni togaða niður fyri eyguni. Ella í gummistyvlum og dýnujakka til eina veitslu.

Aftur til brúdleypið, tá dóttirin KOM við, men við ógreiddum hári, í gulum gummistyvlum og tjúkkum dýnujakka.

Vit kundu eisini havt valt at pressa hana. Eg minnist, vit royndu at siga, at um tú ikki… so sleppur tú ikki við.

Men tað hevur ongantíð riggað við henni. At herða krøvini, tá hon er yvirstimulerað og í kreppu, hevur onga effekt. Ofta øvugta effekt. Tað er opinbart vanligt hjá børnum við autismu og ADHD.

Og um fólk hugdu? Ja!

Fólk gløddu eftir henni. Undraðu seg sikkurt. Hvør var handa gentan, sum ikki var pyntað, sum sá út sum eitt ódnarveður. Sum spældi við hasa fittu brúðargentuna í hvítum vøkrum kjóla og uppsettum hári. Stórur munur at síggja.

Men hon hugnaði sær tíbetur – og fólk blivu ikki við at gløða. Tað gekk yvir, gentan var glað, og vit fingu eitt gott kvøld.

Fyri at vera erlig, so krevur tað nógv. Man kann sum foreldur onkutíð kenna seg eitt sindur vónbrotnan. Hví kann hon ikki bara vera sum hini? Er tað so ringt at greiða hárið og lata seg í ein kjóla? Kann hon ikki bara…?!

Eg hoyrdi einaferð ein siga, at fáa eitt barn við ADHD kann samanberast við, at tú bíleggur tær eina feriu suðureftir til Karibiska havið, sólferiu á luksushotelli, tú gleðir teg – men av onkrari orsøk endar tú í Noregi, har tú skalt klintra í fjøllunum og búgva í eini smáttu. Noreg er fínt, og tú fært eina góða feriu, nógvar upplivingar, tí tú avfinnur teg við støðuna, tillagar teg sum frægast.

Men tað var ikki júst tann ferian tú ætlaði tær. Og eg má siga, tað er nokkso trupult at fara til fjallaklintring í Noregi, tá tú bert hevur pakkað bikini og sólkrem. Man er ikki altíð so væl ílatin til uppgávuna.
Men so við og við finnur man útav at klintra – og blaka bikini og sólkrem langt burtur 😉

Um bara heimurin var øðrvísi, kann eg ofta hugsa. Eg kann ikki broyta allan heimin. Eg fái ikki fjernað klæðir, men eg kann taka øll merkir úr. Eg meini øll!

Eg kann ikki fjerna seymir í sokkum, men eg kann bíleggja serliga bambussokkar uttan seymir úr ísrael. (Fantastiskir, eg havi link um so er onkur vil royna!).

Eg kann ikki fjerna allan larm, men eg kann lata vera við at toga dóttrina við í allar barnaføðingardagarnar.

Eg kann ikki fjerna øll fólk og larm, men eg kann unnganga SMS fríggjadag seinnapart. Og lata hana brúka oyrabúffar við noisecancelling. Líkamikið hvussu fólk gløða!

Eg kann ikki broyta okkara fólkaskúlaskipan og normering, men eg kann gera mítt til, at hon fær nakað av undirvísing samstundis sum at hon eisini fær okkurt sosialt! Onki hevur meira týdning enn innihald í lívinum og góð vinfólk.

Eg kann ikki broyta alt okkara almannaverk og skúlaverk, men eg kann upplýsa, kunna um, skriva, ringja, søkja alt eg kann og ikki geva upp, og kæra tá neyðugt – tí onki er vigtigari enn at fáa forstáilsi, hjálp og stuðul. Og vit fáa góða hjálp nú.

Heimurin er, sum hann er, men vit foreldur kunnu gera okkara til at broyta heimin eitt sindur, so pláss er fyri okkara børnum.
Og tað fari eg ongantíð at steðga við! Eg gevi ONGANTÍÐ upp!

/Hugleiðingar hjá Poulu Patursson á limakafé hjá ADHD-felagnum 1.mai 2022