Sunnudagin verður fyrsta limakaféin

Sunnudagin 1.mai kl. 15:00 bjóða vit okkara limum til okkara fyrstu limakafé 🙂

Endamálið er fyrst og fremst at hitta onnur, men ein stutt framløga verður eisini, har Poula Patursson fer at fortelja um at vera mamma at eini gentu við ADHD og autismu.

Tiltakið er fyri allar okkara limir.

Limatiltakið verður í MEGD húsinum á Íslandsvegi 10 sunnudagin 1.mai kl. 15:00-17:00.

Vit gleða okkum at síggja nógvar limir!

Vinarliga fyriskiparnir
Pætur Nattestad Petersen og Poula Patursson, nevndarlimir í ADHD felagnum

#viðurkenning

#øðrvísisaman

#adhdfelagið