Aðalfundafrágreiðing og ársfrágreiðing fyri 2021

Nevdin í ADHD felagnum 2022-23

Aðalfundur hjá ADHD felagnum tann 27. mars 2022 í Smæruni.

Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felanum, bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni.

Samstundis boðaði hon frá, at aftaná aðalfundin skuldu tríggjar framløgur verða.

  • Heimaráðgevingin hjá Almannaverkinum greiddi frá nýggja tilboðnum, sum Almannaverkið bjóðar familjum við børnum við ADHD/Autismu
  • Laura K. Apol greiddi frá sínari persónligu søgu, um at vera kvinna við ADHD.
  • Maybritt við Strond greiddi frá ADHD/ADD/autismu vegleiðingini hjá ADHD felagnum, sum allir limir kunna venda sær til.  

Jóhannus Joensen varð einmalt valdur til orðstýrara, og lýsti hann aðalfundin at vera lógliga lýstan.

Mál 1: Árfrágreiðing frá forkvinnuni

Bjørg Dam, forkvinna, greiddi frá um felagið og arbeiði seinasta árið.

  • Sjálvhjálparbólkatoymið hevur haft íalt 14 bólkar í gott 2 ár fyri:
    • Kvinnur, Menn, Ung / Kunstterapi, Børn / Kunstterapi, Makar, Foreldur
  • Aðalfundurin í fjør byrjaði við einari størri nevnd við 7 nevndarlimum og 5 tiltakslimum, ið hevur virkað sera væl.
  • Vit hava gjørt eina Facebook-limasíða (privat), sum bert rindandi limur sleppa í, áleið 250 limir eru í, og verður kjakast og spurt um ymiskt. 
  • ADHD Rundferð í Klaksvík varð sera væl eydnað, eini 300 fólk vóru. Livar Nysted, Tormóður Stórá, Torfríð Danielsen og Bjørg Dam framløgdu. Tiltakið varð stroymt og goymt og liggur á heimasíðuni adhd.fo.
  • Felagið gjørdist limur í ADHD Europe, ið arbeiðir støðugt við at varpa ljós á ADHD og stuðlar undir gransking og betri korum altjóðað.
  • Sosialir miðlar: Átak: møt nevndina, har nevndarlimir fingu møguleika, at greiða frá hjartamálum, og hvat felagsskapurin gevur teimum.
  • Ein sera flottur upplýsingarfilmur “ADHD er um alt landið” varð framleiddur og verður vístur í samstarvi við fólkaheilsuráðið í KVF.
  • ADHD/ADD-Autismu vegleiðing byrjaði 1.juni 2021 og hevur tørvurin og undirtøkan verið størri enn væntað. Óvæntað eru tær mongu kærurnar, tørvurin á hjásiting og tungu sakirnar, sum týðiliga staðfesta tørvin á vegleiðingini. Eisini hjálp til skúlamál fylla nógv.  Tá vegleiðingin hevur virkað í 1 ár, verður ein frágreiðing gjørd. Higartil síggja tølini soleiðis úr:
    • Hjálp til skrivligar kærur:    22
    • Fysisk vegleiðing:    32
    • Teldubrøv:    69
    • Hjásitari:    22
    • Uppkøll:    137
  • Nýtt hashtag, ið talar til felagsskapin: #øðrvísi saman – Afturgangandi at hoyra frá limum er, at tey altíð hava kent seg øðrvísi. Tí vilja vit verða felagsskapurin, har vit eru øðrvísi saman. 
  • ADHD ungdómsbólkurin skipaði fyri fyrsta tiltakainum, ið varð sera væl eydnað. Tað var ein Ungdómskafé í Reinsaríðinum við framløgum og tónleiki. 
  • Bás og panelluttøka á Altjóða Sálarheilsudegnum og Tá MEGD hátíðarhelt 40 ára føðingardagin í Norðurlandahúsinum í oktober.  
  • Í samband við ADHD tilvitanarmánaðin í oktober, varð limadagur um heilivág á Hafnia. Tormóður, ið helt framløgu varð eisini heiðraður við ársins ADHD viðurkennningini.
  • Bjørg hevði framløgu á SSP ráðstevnu á Hotel Føroyum
  • Bjørg hevur 2 árligar framløgur fyri lesandi í sjúkrarøkt á Setrinum.
  • 4-6.november luttóku Poula og Bjørg á ADHD Norden limafundi í Helsinki
  • Vit lutaka á fleir og fleiri fundum við mynduleikar, stovnar og fakfólk. M.a. hava vit tveir árligar fundir við Vaksin psykiatriina, vit hava fundast við Undirvísingarstýrið, ADHD heimaráðgevingina hjá AV, Landsstýrismannin í Almannamálum og vit vórðu hoyrd í tilmælinum um Rúsevnismisnýtslu.
  • Felagið hevur samstarvað við Tórshavnar Kvøldskúla um undirvísing í ADHD.
  • Fjølmiðlar: Felagið hevur í fleiri førum verið frammi, og serliga er tað í mun til longu bíðilistarnir, hvørs gongd vit eru sera stúrin um. 
  • Fleiri og betri skipaði serflokkatilboð eru komin og eru áveg, tað fegnast vit um. Men alt ov nógv børn við ADHD ella ADHD líknandi avbjóðingum, fáa enn ikki nøktandi skúlatilboð.  

Nógv tiltøk og verkætlanir eru á skrá til komandi árið.

Verkætlanir :

  • Juni: Leggja fram tøl og gransking frá ADHD vegleiðingini
  • Spurnaðarkanning: Umstøður og trivnaður hjá fólkum við ADHD/ADD
  • Hagtalskanning: Heilivágsnýtsla hjá børnum og vaksnum
  • Annað: 8.apríl ADHD Rundferð í vági
  • Avtalan um ADHD/ADD/Autismu vegleiðingina skal gerast
  • ADHD norðurlenskur fundur í Stokholm.
  • Fastir limafundir verða 1.sunnudag í mánaðinum í MEGD kl.15-17.30 hesar dagar: 
1.mai, 6.juni, 4.september, 2.oktober og 6.november 4.desember 2022.
  • Heyst: ADHD Rundferð á Sandoynni
  • Vetur: ADHD Rundferð í Havn


Mál 2: Framløga av grannskoðaðum roknskapi

Anne Sofie Nordendal, kassameistari legði fram roknskapin. Ongar viðmerkingar vóru til roknskapin, sum soleiðis varð einmalt góðkendur.

Mál 3: Ásetan av limagjald fyri komandi ár

Samtykt varð, at limagjaldi verður óbroytt, tvs. kr. 200,- pr. lim. Sí eisini innkomin mál (mál nr 5.) um limaskap fyri fyritøkur, stovnar og onnur, sum varð samtykt. Sostatt kunnu hesi fáa limagjald á 2000kr/ár.

Mál 4: Viðgerð av arbeiðsætlan fyri komandi ár.

Skotið varð upp at arbeiða við hesum málum.

  • Skipa vegleiðingina og tryggja inntøkur
  • Stuðli, stuðulstiltøkum, inntøku frá ráðgeving til stovnar og framløgur
  • Eina fullfíggjaða ADHD klinikk fyri alla familjuna.
    • Stuttsigtað mál: egið hús/hølir!
  • Atkoma til læring
    • Fysiskir karmar
    • Fakligheit: sernámsfrøði og serdidaktikkur
    • Lesi og skrivitøkni (LST)
    • Tilbúgving og mannagongdir á skúlum
    • ADHD umboð á øllum skúlum, størri arbeiðsplássum, kommunum, barnavernds osf.
  • Atkoma til arbeiði
    • ALS
    • Almannaverk
  • Samstarv við Dugna  (600t kr)
  • At fáa umboðan í arbeiðsbólkum o.líknandi
  • Framleiða faldarar og kunningar, heimasíða!
  • Fáa dokumentar í KVF

Mál 5: Viðgerð av innkomnum málum.
Bjørg Dam legði uppskot fram um, at stovnar, fyritøkur og onnur skula kunna melda seg sum lim. Aðalfundurin tók undir við uppskotinum og samtykt varð, at limagjaldið skal verða 2.000kr/ár. 

-Viðmerkjast skal, at ivi tók seg upp, um aðalfundurin kundi taka avgerð um málið ella um viðtøkubroyting skuldi til fyri at leggja limaskap afturat.  Aftanná aðalfundin hevur nevndin kannað málið og staðfest er, at tað skal ikki viðtøkubroyting til. Tí er samtyktin á aðalfundinum galdandi. 

Mál 6: Val av nevndarlimum

Í dag manna hesi nevndina. Bjørg Dam, Maiken á Mýrini, Anne Sofie Nordendal, Poula Patursson, Anna Nolsøe Joensen, Pætur Nattestad Petersen og Asgeir Eið Karinarson.

Maiken á Mýrini, Anne Sofie Nordendal og Asgeir Eið Karinarson standa fyri vali. Asgeir Eið Karinarson ynskir ikki at stilla uppaftur.

Maiken á Mýrini og Anne Sofie Nordendal vórðu afturvaldar, og Durita Brekku Dam er nýggjur nevndarlimur.

Sum tiltakslimir avgjørdi aðalfurndurin at hava 9 tiltakslimir. Tey valdu eru Edmund M. Djurhuus, Karolina Láberg, Óli Nolsøe Olsen, Bjørga Sivertsen, Lauru K. Apol, Petra Weihe, Ranvør Isholm, Rutt Ragnarsdóttir og Eyð-Britt Tjaldrastein.

Mál 7: Val av grannskoðara

Samtykt varð, at Eyðhild Dam heldur fram sum grannskoðari í felagnum.