Limakafé 1. sunnudag kl. 15

Sum nakað nýtt fer ADHD felagið at skipa fyri limakafé 1. sunnudag í mánaðinum, undantikið í summarfrítíðini t.e. í juli og august.

Vit ynskja at gera eitt forum, har limir kunna møtast sosialt, byggja netverk og fáa vitan um aktuel evnir. At tað er 1. sunnudag er tí tað skal verða lætt at minnast og vónandi kunna familjur gera sær tann vana, at fara á ADHD kafé 1. sunnudag í mánaðinum.

  • Ætlanin er, at hava ymisk aktuel evnir á skrá í ein lítlan tíma ella so hvørja ferð, har eitt fakfólk og ein limur greiða frá. Vit leggja eisini stóran dent á, at hettar er eitt forum, at hugni og tað at møta hvørjum og koma hvørjum øðrum við, hevur stóran týdning.

Limakaféinar eru kl. 15-17.30 í MEGD húsinum Íslandsvegur 10c. (Til ber eisini at fara inn eftir Jøkulsstrætið, beint yvirav Grønlendingahúsinum)

Hinar limakaféirnar verða: 1. mai, 6. juni, 4. september, 2. oktober, 6. november og 4. desember 2022.