Neyðarróp! – børnini bíða longst!
Børn, sum eru ávíst út á psykiatriina eru tey, ið bíða nógv longst sambært listanum við bíðitíðum, sum Landssjúkrahúsið almannakungjørdi herfyri.
Á listanum sæst, at børn skula bíða í heilar 24 mánaðar. Tíverri er støðan versnandi, tí bíðitíðin er longd við 6 mánaðum ella 25% seinasta árið.
Sambært listanum bíða heili 266 børn! Flestu av hesum børnum hava óivað havt tað trupult í fleiri ár, tí í flestu førum tekur tað nevnliga fleiri ár at fáa ávísing út á psykiatriina. Útlitini at bíða uppaftur 24 mánaðir fær flestu børn og foreldur at hokna totalt.
– Hesi venda sær til okkara felag og kæra sína neyð næstan dagliga. Tíverri kunnu vit einans biðja tey, sum hava ráð, at fara til Danmarkar til útgreining. Hini mugu bíða og hava ongan møguleika at fáa skipaða hjálp, psykoedukatión og vegleiðing í Føroyum, tíverri!!
Gjógvin millum rík og fátøk sæst og merkist kanska ongastaðni júst so væl, sum innanfyri mistrivnað hjá børnum!
Sambært WHO hava 5-7% av øllum menningarólagið ADHD, sum er viðføtt og 80% arvaligt. Vit vita ikki talið í Føroyum, men tilsamans eru helst eini 600-800 børn og ung við ADHD í Føroyum. Tað ber heldur ikki til at siga, hvussu nógv eru blivin diagnostiserað í Føroyum, men í oktober 2021 sást sambært fyrispurningi í løgtinginum, at 204 børn og ung yngri enn 18 ár fingu heilivágsviðgerð fyri ADHD! Sostatt eru vit rættiliga langt frá at finna øll við ADHD og veita teimum tíðliga og røttu hjálp.
Tað er fakta, at ódiagnostiserað fólk við ADHD liva 14 ár styttri enn onnur og eru yvirumboðað í øllum teimum keðiligu hagtølunum.
Í einari svenskari kanning søgdu heili 85% av seindiagnostiseraðum eldri fólkum, at skúlatíðin hevði verið strævnasta tíðin í lívinum.
Mistrivnaður millum børn og ung er ikki nakað nýtt – at vit kunna hjálpa teimum so væl og effektivt, er harafturímóti rættiliga nýtt í Føroyum!
Tíðliga diagnosa og tíðliga hjálp gevur somu lívsgóðsku og lívslongd sum hjá neurotypiskum, ella sokallaðum normalum børnum. Tí vilja vit koma við hesum neyðarrópi vegna bíðandi børnini og foreldur. Peningur og orka má raðfestast beinanvegin fyri at hjálpa hesum børnum og familjum.
Her er ein vón, tí vaksinpsykiatriin hevur knekkað kurvina og hevur fingið yvir 120 fólk ígjøgnum seinastu mánaðarnar. Tað vísur, at tað ber til, um peningur og vilji eru til staðar.
ADHD felagið hevur aðalfund í Reinsaríinum sunnudagin 19.februar kl.15:00, og er bíðitíðin eitt av áhaldandi evnunum, vit arbeiða við.
Vinarliga
ADHD felagið
Allur listin sæst her: https://sv.ls.fo/media/5437/b%C3%AD%C3%B0ilistar-og-b%C3%AD%C3%B0it%C3%AD%C3%B0ir-des2022.pdf