Okkara limakafé 3. mai – Moyggjabitin og Sjóhesturin

Til okkara limakafé sunnudagin 3. mai hoyrdu vit Beintu Bak Simonsen, barnafysioterapeutur, greiða okkum frá nýggja venjingartilboðnum til børn og ung.

Venjingin fevnir um stuttligan fysiskan aktivitet, umframt fysio-edukatión um nervalagið, heilan og signalstoffini, sum hava ávirkan á okkara trivnað. Hesi signalstoffini hava ávirkan á okkara kropsligu signalir so sum hjartabankan, ilt í búkinum, innara óró, svøvnloysi o.a. sum kann verða tekin um eitt strongt nervalag.

Les meir um venjingartilboðið her:

Endamálið er, at geva børnunum eitt konkret verbalt mál fyri tað tey merkja, læra tey at skilja hví og geva teimum amboð at handfara hesi signalir væl.

Hevur tú spurningar ella ynskir at vita meira, ert tú hjartaliga vælkomin at ringja ella skriva til Beintu á tlf 261664 ella beinta@fysio.fo