Tá eingin sær, hvussu nógv tað krevur…
Hon møtir til tíðina.
Hon hevur skil á tingunum.
Hon minnist tað, hon skal.
Hon smílist og hyggur teg í eyguni.
Ella… tað sær soleiðis út.
Hjá kvinnum við ADHD fer nógv orka til at maskera – at royna at fjala, tillaga ella kompensera fyri tað, sum er trupult.
Hon hevur kanska sett fimm alarmar fyri ikki at koma ov seint.
Skrivar alt niður fyri ikki at gloyma.
Ansar alla tíðina eftir ikki at avbróta.
Brúkar nógva orku upp á at hugsa um, hvussu hon eigur at vera.
Uttaná kann tað síggja lætt út.
Men onnur síggja ikki alt arbeiðið, sum liggur aftanfyri!
ADHD tilvit 2026 er um kvinnur og ADHD.


