Kennist títt ADHD verri ávísar dagar í mánaðinum?
Tað er kanska ikki bara nakað, tú heldur.
Hormonir ávirka ADHD ymiskt gjøgnum tín mánaðarliga cyklus. Gransking bendir á, at summar kvinnur uppliva meira óuppmerksemi, impulsivitet og trupulleikar við eksekutivum funktiónum í tíðini beint áðrenn menstruatión. Hjá nøkrum riggar heilivágurin ikki líka væl hesa tíðina.
Serliga verður hugt at hormoninum østrogen, sum hevur samband við m.a. dopamin í heilanum – eitt signalstoff, sum eisini hevur týdning fyri ADHD.
Men vitanin á økinum er enn avmarkað, og tað er ymiskt frá kvinnu til kvinnu.
Hjá kvinnum snýr ADHD seg ikki bara um heilan. Hormonbroytingar gjøgnum lívið – frá puberteti og menstruatión til barnsburð og skiftisár – kunnu eisini hava týdning fyri, hvussu títt ADHD kennist.
ADHDtilvit 2026 – Kvinnur og ADHD


