E-ráðstevna : Ger ADHD til vón og handlikraft!

Danska ADHD felagið hevur sent okkum innbjóðing til e-ráðstevnu um “Ung vaksin við ADHD” sum verður hósdagarnar 14. 21. og 28 november kl. 13-14.
Í ráðstevnuni eru 3 upplegg, ið eru serligt ætlaði stovnum og yrkisfólkum.

ADHD felagið arbeiðir fyri, at fakligheitin innan ADHD vaksur. Vit halda, at í ADHD-amboðskassanum liggja góð amboð, ið fakfólk tørva fyri at hjálpa fólkum við ADHD og líknandi avbjóðingum nógv betri, enn tey kunnu í dag. Tí høvdu vit fegin sæð, at nógv luttaka á hesari E-ráðstevnu, ið er bæði bílig, góð og løtt at luttaka á.

  • Prísurin er einans 500kr fyri øll 3 uppleggini ella 250kr fyri 1 upplegg.

Melda til her

UM RÁÐSTEVNUNA:

3 hósdagar sita luttakarar við skermin og læra og kunna spyrja um:

HVÍ ER ADHD SO TORFØRT? Hví trupulleikarnir undirmetast og hví tað verður yvirmett, hvat einstaklingurin við ADHD megnar.
FYRIBYRGING AV VÁÐAATFERÐ. Hvussu váðaatferð hjá ungum vanskum við ADHD ella líknandi avbjóðingum kunnu fyribyrgjast
HVUSSU UNG VAKSIN VIÐ ADHD VERÐA VERANDI Á ARBEIÐSMARKNAÐINUM. Hvat skal til fyri at ung vaksin við ADHD verða verandi á arbeiðsmarknaðinum.

Hvørt upplegg varar 1 tíma og til ber at spyrja við at skriva og biðja um orðið. Uppleggini eru hesi:

14.november kl. 13-14.
HVÍ ER ADHD SO TORFØRT?
Við Jakob Ørnberg, yvirlækna og serlækna í barna- og ungdómspsykiatri.

ADHD er eitt ósjónligt brek, sum gevur trupuleikar í øllum lívsins viðurskiftum í lívinum og gerandisdegnum. Trupuleikarnir ADHD gevur kunnu verða torførir at avmarkað og ítøkiliggera.

Uppleggið, gevur tær svar á:
Hví er ADHD eitt ósjónligt brek og hvørjar avbjóðingar gevur tað?
Hví undirmetast avbjóðingar við ADHD sum oftast?
Hví verður yvirmett, hvat einstaki við ADHD megnar?
Hvat kunna fakpersónar gera, fyri ikki at detta í hesa fellu?

21.november kl. 13-14.
FYRIBYRGING AV VÁÐAATFERÐ.
Við Christinu Mohr Jensen, Psykolog, Aalborg Universitetshospital, Granskingareindin fyri barna- og undómspsykiatri.

Christina Mohr Jensen hevur í donskum registaragransking varpa ljós á at heiligvágsviðgerð kann verða við til at fyribyrgja kriminalitet.

Uppleggið, gevur tær svar á:
Hvør váðaatferð sæst hjá ungum vaksnum við ADHD?
Hvør er orsøkin?
Hvat kann gerast fyri at fyribyrgja váðaatferð?

28.november kl. 13-14.
HVUSSU UNG VAKSIN VIÐ ADHD VERÐA VERANDI Á ARBEIÐSMARKNAÐINUM
Við Tine Hedegaard, menningarráðgevari, danska ADHD felagið.

Ung vaksin við ADHD hava forført at fótafesta sær á arbeiðsmarknaðinum. Tey halda stutt í størvum, og eru ofta kend andlit hjá ALS.

Uppleggið, gevur tær svar á:
Hvørjar avbjóðingar møta tey ungu á arbeiðsmarknaðinum?
Hvør er orsøkin til tess?
Hvussu kunna vit tryggja at tey verða verandi á arbeiðsmarknaðinum?

Kostnaður og tilmelding:
E-ráðstevnan sæst á teldu, teldli ella fartelefon. Tá tú meldar til, móttekur tú eina leinkju, sum tú loggar teg á við tá ráðstevnan er.
Til ber at melda til einstøk ella øll upplegg.

Kostnaður at melda til øll 3 upplegini er 500kr og 250kr til 1 upplegg.

Melda til her