Sera væl eydnað Rundferð

Álvarsamur, kensluligur men eisini stundum stuttligur fundur.

Heili 170 fólk komu til okkara fyrsta tiltak í ADHD Rundferðini kring landið, sum var í gjárakvøldið í Sørvágs skúla. – Hettar var nógv fleir enn vit tordu at droyma um.
Góða undirtøkan, sum bæði var millum fakfólk, avvarandi og fólkum við ADHD vísir okkum, at tað er eitt sera stórt ynski og tørvur á at vita meir um ADHD. Um okkara tiltak kom við nýggjari vitan og ella aðrari vinkling av avbjóðingunum við ADHD, soleiðis at áhoyrarnir fingu nakað brúkbart heim við og fakfólk til arbeiðis, so kunna vit ikki verða annað enn sera sera væl nøgd.
Sjálv um ADHD er eitt álvarsamt evni, so var eisini pláss til skemt og meir kensluligar løtur, sum fingu tárini fram. Vit gleða okkum til næsta tiltak, ið verður í Eysturoy 23. januar.

Vit vilja enn einaferð takka Sørvágs kommunu, Aimé Jacobsen, Anne Sophie Nordendahl fyri sera góða samstarvið, Jóhannis Joensen fyri at vísa mær nýggju spennandi flokshølini hjá serflokkinum “Pallurin”, Juliu Feilberg Zachariassen og Báru Silvansdóttir fyri góðar framløgur og takk til tykkum øll, ið komu.

Bjørg Dam, forkvinna

Hans Hilmarson Hansen, Eyðvør Gudmundson, Aimé Jacobsen borgarstjóri, Julia Feilberg Zachariasen frá Psykiatriska Deplinum, Anne Sophie Nordendahl bygdaráslimur, Bjørg Dam og Bára Silvansdóttir

P.S Onkur heitti á okkum á facebook, um at stroyma okkara tiltøk. Vit taka hettar upp og fara at arbeiða við tí.
PPS. Skula vit hava eitt sterkt felag, so muga nógvir limir til. – Minst til at melda teg sum lim á heimasíðu okkara adhd.fo