ADHD: Øll skula sleppa í viðgerð nú!

Vit eru í líknandi paradigmuskfti nú við ADHD, sum tá CTD var funnið.

Tá orsøkin til fleiri deyðsføll kundi forklárast við ókendu sjúkuni CDT, har tey sjúku manglaðu karnitin, tá broyttist mannagongdir, hugburður, diagonoserings- og viðgerðarháttir innan heilsuverkið næstan eftir einum degi.

Politikarnir avgjørdi tá, at nýgga vitanin og viðgerðin kundi bjargað lívum, og tí skuldi øll tey sjúku finnast og í viðgerð. Tí fingu allir føroyingar í boðið at lata seg kanna. Hagfrøðin metti, at umleið 1 út av 650 føroyingum hava CTD og tí visti man, hvussu nógv man leitaði eftir.

Seinastu árini er vitanin innan ADHD, har tey sjúku mangla dopamin, blivin so góð at við viðgerð kunnu øll fáa eitt munandi betri lív. Børn kunnu hjálpast so væl, at tey flestu kunnu fáa eitt normalt og gott lív.

WHO metir, at 5% av børnum og 2,5% av vaksnum hava ADHD.
Fylgjurnar av óviðgjørdum ADHD eru niðursett lívsgóðska og í meðal 15 ára styttri livialdur vegna fylgjum sum angist, tunglyndi, sjálvmedisinering, misnýtslu, sjálvmorð, óarbeiðsføri, kriminaliteti, fátakardømi osf. Danski Rockwool fondurin metir, at óviðgjørt ADHD kostar danska samfelagnum 3.mia.kr. um árið.

Tí er prísurin ikki bert stórur menniskjaliga.
Vit eru í líknandi paradigmuskfti nú við ADHD, sum tá CTD var funnið.

Nú hava vit vitanina og viðgerðina at hjálpa 5% av øllum okkara børnum og 2,5% av okkara vaksnu, sum hava tað ringt orsaka av manglandi dopamin.
Viðgerðin av ADHD er tó meir umfatandi tí optimala viðgerðin er 50% medisinsk og 50% psykoedukatión, sum er at læra at meistra sítt ADHD og tillagingar í nærumhvørvinum.
Fyri at kunna gjøgnumføra tillagingarnar, krevjast felags mál og samstørv millum heilsuverk, almannaverk, dagstovnar, skúlaverk, Gigni, Sernám, Barnavernd, Kriminalforsorg, ALS, arbeiðsgevarar, kommunurnar o.o.

Okkara innarliga áheitan er, at politikarnir taka avgerðina um, at øll við ADHD skula finnast og fáa viðgerð beinanvegin.

Vit hava nú vitanina, umstøðurnar og viðgerðina, men, sum vit hoydu Súsonnu Reinert Petersen, yvirlækna í Barna- og ungdómspsykiatriini siga í KVF í gjár, so manglar fígging. Tí er bíðitíðin hjá teimum 300 børnunum, ið eru ávíst í ár longd úr 2 mánaðum upp í 1 heilt ár. Hettar er ikki til at bera hjá teimum familjum, hvørs børn mistrívast. Tormóður Stórá var frammi í november og segði, at sama skilið er í vaksnapsykiatriini.

Við hagtølunum vita vit eisini áleið, hvussu nógv børn og vaksin talan er um. Vit vita at ADHD ofta er arvaligt.

Tí er tað lætt at basa óviðgjørdum ADHD.

Bjørg Dam
Forkvinna í ADHD felagnum.

http://kvf.fo/…/16/bitin-longd-r-tveimum-mnaum-upp-eitt-r
http://kvf.fo/…/2020/10/15/korona-blistin-tvfalt-so-langur