Bíðitíðin er ótolandi

Tíverri er bíðitíðin til útgreinan bæði hjá børnum og vaksnum longd seinasta árið.
Støðan er ótolandi og nógv fólk ringja til okkara fyri at fáa kæra sína neyð.
Málið at fáa bíðilistarnar niður, er eitt av høvuðsraðfestingini hjá felagnum.
Hóast fleiri verða úgreinaði, so koma met nógv nýggj til. Orsøkin er, at vit eru í einum paradigmuskifti. Tað merkir, at vit í dag kunna viðgera fyri symptomir man áður ikki fekk viðgerð fyri.
Sambært Tormóði Stórá so fáa 90% av teimum útgreinaðu  diagnosuna ADHD/ADD
Tað er gleðiligt, at fleiri finna sær hjálp, tí hyggja vit eftir hagtølum frá WHO, so eru enn nógv børn og vaksin, ið hava óviðgjørt ADHD og tí ikki fáa nakra hjálp.
KVF hevði ein tíðindastubba um bíðitíðina miðjan oktober.
Karolina, ið er mamma einum drongi, setur so væl orð á týdningin at fáa hjálp.