Innsavnan til arbeiði fyri børn og ung við ADHD/ADD
Felagið er farið í gongd við at savna pening inn til arbeiðið frama børn og ung við ADHD/ADD. Niðanfyri er ein stuðulsumbøn, ið ber til at taka niður, prenta út, víðarisenda ella deila. Trýst á tekstin og tú verður beindur til eina pdf-fílu.
ADHD-sólskynssøgur: Glasir!
Glasiligi bygningurin hóskar sera illa til næmingarnar við uppmerksemisórógvinum ADHD og ADD, sum frá fyrsta degi, hava gjørt vart við, at stóra opna umhvørvið, glasið og ljóðviðurskiftini gera tað sera torført at hugsavna seg. Tey ovbyrðast, møðast skjótt og fleiri kenna seg ótrygg. Men hóast avbjóðandi karmar, so hoyra vit javnan um góðan trivna og …. Continue Reading
Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.
Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni …. Continue Reading
Nýggj og størri nevnd í ADHD-felagnum 💙
Seta andlit á ADHD og ADD í 20\21 Leygardagin 23. mei hevði ADHD-felagið ársaðalfund í MEGD-húsinum á Íslandsvegnum. Stóra tilgongdin í limaskaranum sást aftur, tí nógv fólk varð møtt, tað var so at siga fult hús! Ótrúliga deiligt at síggja! ÁrsfrágreiðingÁ fundinum helt forkvinnan, Bjørg Dam formannsrøðu um eitt sera aktivt og spennandi ár, har …. Continue Reading
Aðalfundur verður 23.mai 2020
Aðalfundurin hjá ADHD-felagnum verður 23.mai kl. 15-17 í Megd-húsinum, Íslandsvegur 10C. Umframt skránna, ið verður sambært viðtøkum felagsins, fara vit at varpa ljós á støðuna hjá tannáringum og ungum við ADHD. Vit vita, at nógv færri gentur fáa staðfest ADHD/ADD, hóast hagfrøðiliga eiga at verða javnari býtt millum kynini. Og vit vita, at tær sum …. Continue Reading