Vaksandi bíðikøin til útgreining fyri ADHD ger, at ADHDfelagið fær nógvar fyrispurningar frá fólkum, sum kanna privatar møguleikar fyri útgreining í Føroyum.
Sambært tølunum, felagið hevur fingið fyri september 2026, bíða heili 811 vaksin eftir útgreining til ADHD og 292 børn og ung eftir útgreining til B&U. Hettar er ein ótolandi støða, sum hvørki børn, foreldur ella vaksin kunnu liva við.
Tað hevur týdning at fáa hjálp í góðari tíð.
Fyri ADHD er galdandi, at tess fyrr ein verður útgreinaður og kemur í viðgerð, tess minni verður vandin fyri strongdartengdum sálarligum fylgisjúkum.
ADHDfelagið vil mæla øllum til, sum hava illgruna til ADHD hjá sær sjálvum ella barni sínum at søkja sær hjálp.
-Fyri vaksin, er fyrsta stigið at venda sær til egnan kommunulækna, greiða frá avbjóðingunum og biðja um meting og ávísing til útgreining.
-Er talan um barn skal stovnur, skúli og Sernám aloftast hava verið innyvir í eina tíð og hava sett tiltøk íverk, annars er vandi fyri at ávísingin verður avvíst av B&U. Ert tú í iva, er best at ráðføra seg við kommunulæknan, stovni ella skúla.
Vit mæla øllum til at biðja um ávísing til psykiatriina, hóast tú umhugsar ella ætlar at fara privata vegin. Fyri at koma innum heilsuverkið og fáa uppfylging til heilivág er galdandi í dag, at tú mást hava staðið í køini, júst sum øll onnur.
Vit vóna tó, at hettar fer at broytast í framtíðini, tí arbeitt verður við, at kommunulæknar gera uppfylgingar í framtíðini.
Kunning, ikki viðmæli
ADHDfelagið hevur ikki egnar royndir við privatu útgreiningartilboðum, og hevur ikki mett um góðskuna á teimum. Vit kunnu tí hvørki viðmæla, standa inni fyri ella veita trygd fyri tænastunum.
Tað eigur ikki at vera fíggjarliga støðan hjá tí einstaka, sum avger, nær hjálpin fæst. Vit skilja tó væl, at nógv kenna seg noydd at kanna privata útgreining, tá bíðitíðin er long og gerandisdagurin ikki hongur saman. Útgreining kann geva grundarlag fyri viðgerð og stuðli, sum kunnu bøta um trivnað og møguleikarnar at megna skúlagongd, útbúgving og arbeiðslív.
At tí at so nógv venda sær til okkara við hesum spurningi vegna ótolandi støðuna í Psykiatriini, velja vit at vísa á tilboðini vit kenna í Føroyum.
Privat psykiatrisk tilboð í Føroyum:
Fyri vaksin úr 18 árum kenna vit til hesi tilboð í Føroyum:
-Frans Róin, serlækni í psykiatri. Leinkja: medcare.fo.
-Simonsen & Gøtzsche – serlækni í psykiatri. Leinkja: psykiatriogbehandling.com.
Fyri børn og ung undir 18ár:
VIT – barna- og ungdómspsykiatrisk klinikk hjá Súsannu Reinert Petersen – serlækni í B&U psykiatri. Leinkja: VIT á Facebook.
Set teg beinleiðis í samband við klinikkina fyri at fáa upplýsingar um tilboð, bíðitíð, kostnað, møguligt krav um ávísing og innihaldið í útgreiningini. Spyr eisini, hvussu viðgerð og uppfylging verða skipað
Í Danmark hevur tað almenna gjørt samstørv við privatar psykiatarar, og hevur nú eina bíðitíð til B&U á 167 dagar, afturímóti børn og ung í Føroyum skula minst bíða í 730 dagar.
Landsstýriskvinnan átti at kanna og fingið lýst møguleikarnar fyri samstarv millum privat og alment í Føroyum, tí sum støðan er stendur til og versnar.
Privat ADHDútgreining í Føroyum – hvørjir møguleikar eru?


