ADHD-felagið fingið góðar karmar at virka í!

Í dag fekk forkvinnan í ADHD felagnum Bjørg Dam handaðar lyklarnar frá Tóru við Keldu forkvinnu í MEGD til stóru skrivstovu- og fundarhølini í niðaru hæddini í MEGD húsinum á Íslandsvegnum 10C. – Eitt gott, rúmligt og ljóst høli vit koma at deila við Alzheimers-felaginum.

– At ADHD-felagið fær egin hølir gevur okkum møguleika m.a. at hýsa sjálvhjálparbólkum, økja um lima-, og nevndarvirksemi.
Vit arbeiða fyri, at fáa fasta upplatingartíð, soleiðis at limir og onnur hava eitt stað at venda sær til okkara andlit til andlits.
Tað hendir sera nógv gott og jaligt innan ADHD í Føroyum nú, og tað vilja vit takka øllum fyri. Sera langur vegur er eftir og nógv arbeiði liggur fyri framan. At hava eini høli ger arbeiði møguligt og høgligari.

Vit vilja ynskja øllum eini gleðilig og friðsæl jól.