ADHD Rundferð: Eysturoy

23.januar fara vit aftur á rundferð. Hesaferð verður tað í Eydnuni á Oyrarbakka kl. 19-21.45 23.januar.

Tiltakið er skipað saman við Sunda kommunu og er eitt kunningartiltak bæði um ADHD hjá børnum og vaksum.

Tiltakið er tað næsta av seks kring landið, og er ein liður í at kunna um ADHD og vinna viðurkenning, bæði millum manna, avvarandi og fakfólk. Tí einans við vitan ber til at skapa eitt samfelag, har fólk við ADHD fáa tær tillagaðu fortreytir og karmar, ið tryggja trivnað, menning og framstig.

Tiltakið er alment og er ætlað øllum áhugaðum, fólkum við ADHD, avvarandi og fakfólkum.

Á skránni eru fyrilestar um børn og ADHD og vaksin og ADHD við fakfólki frá Barnapsykiatriini og Psykiatriska deplinum. Eitt foreldur at barni við ADHD sigur sína lívssøgu og ein, sum fekk staðfest ADHD sum vaksin sigur sína søgu.

Fundurin endar umleið kl. 21.45. Fundurin er fyri øllum. Øll, sum taka undir við endamál felagsins kunnu melda seg sum lim.

Sí meir á facebookeventinum her: https://www.facebook.com/events/473631456632128/