Í dag handaðu vit Juliu Feilberg Zachariasen‚ sjúkrarøktarfrøðingi á ADHD toyminum á psykiatriska deplinum, fyrstu ADHD viðurkenningina.
Tað eru so nógv góð og dugnalig fólk‚ ið brenna fyri og gera eitt ótrúðliga gott og lívsvigtugt arbeiði fyri ADHD í Føroyum.
Fyri at vísa okkara takksemi, sum avvarandi og havandi ADHD, vilja vit heiðra einum persóni, ið hevur gjørt nakað heilt serligt fyri ADHD í nógv ár.
Grundevingin er:
Julia hevur starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á psykiatriska deplinum í fleiri ár. Fyrst á seingjardeildini P40 og seinri í barna- og ungdómspsykiatriini, har hon hevur hjálpt fleiri børnum og familjum teirra.
Eftir nøkrum árum fór Julia at arbeiða í vaksnapsykiatriini at taka sær av ADHD-økinum burturav.
Hon var við til at byggja upp tað, sum vit í dag kenna sum ADHD-toymið, og hevur í sínum arbeiði kunnað føroyingar um ADHD.
Starvsfelagar, ið hava starvast saman við Juliu, greiða frá, at hóast mann ikki tosaði so nógv um ADHD tá og ikki rættiliga visti, hvat tað var, so merktu tey týðiliga á Juliu, at hennara hjartamál var at seta sjóneykuna á ADHD – at gera fólk tilvitað – at viðurkenna diagnosuna.
Eisini hava vit hoyrt frá fólki við ADHD og avvarðandi teirra, at Julia hevur gjørt stóran mun í lívi teirra við ótroyttilig at hava undirvíst, ráðgivið og vegleitt tey.
Í ADHD-felagnum hava vit eisini merkt hennara eldhuga. Hon hevur veitt okkum og øðrum stovnum fakligt innlit, hevur luttikið og hildið framløgur á okkara tiltøkum‚ og sum sparringspartnari er hon sera gávumild at vitanardeila.
ADHD-felagið takkar Juliu fyri at hava givið diagnosuni viðurkenning øll hesi árini.
#viðurkenning #adhdtilvit #ADHDviðurkenning