Okkara nevnd
Asger Kristian Eið Karinarson, 31 ár og starvist sum Hospitality Coordinator hjá Hotel Brandan @ashler
Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum: Eg havi ADD og vil avstigmatisera tað
Hjartamál í nevndararbeiðinum: Eg vil verða tann fyrimyndin, eg sjálvur hevði tørv á.
Títt besta ráð til tey, sum hava ADHD ella foreldur: Lurtið eftir barninum og setið tykkara egna stoltleika til síðis Eitt barn við eini diagnosu er líka nógv eitt barn, sum eitt barn uttan diagnosu. ADHD er í nógvum førum arvaligt. Barnið skal ikki ígjøgnum tær somu avbjóðingarnar sum foreldrini, bara tí foreldur siga “soleiðis er tað hjá mær eisini, eg havi klárað meg í x antal ár” #adhdnevndin #viðurkenning #adhdfo #adhdføroyar #adhdfelagið #øðrvísisaman #adhdtilvit