#4 Hvør situr í nevndini?

Okkara nevnd 👏🏻

1️⃣ Asger Kristian Eið Karinarson, 31 ár og starvist sum Hospitality Coordinator hjá Hotel Brandan @ashler

2️⃣ Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum: Eg havi ADD og vil avstigmatisera tað 💪🏻

3️⃣ Hjartamál í nevndararbeiðinum: Eg vil verða tann fyrimyndin, eg sjálvur hevði tørv á.

4️⃣ Títt besta ráð til tey, sum hava ADHD ella foreldur: Lurtið eftir barninum og setið tykkara egna stoltleika til síðis 💙 Eitt barn við eini diagnosu er líka nógv eitt barn, sum eitt barn uttan diagnosu. ADHD er í nógvum førum arvaligt. Barnið skal ikki ígjøgnum tær somu avbjóðingarnar sum foreldrini, bara tí foreldur siga “soleiðis er tað hjá mær eisini, eg havi klárað meg í x antal ár” 👊🏻#adhdnevndin #viðurkenning #adhdfo #adhdføroyar #adhdfelagið #øðrvísisaman #adhdtilvit