ADHD/ADD sjálvhjálparbólk: melda til nú!

sjálvhjálparbólkar

“Eg helt, eg var tann einasti, sum hevði tað soleiðis”
“Sjálvhjálparbólkur er tað besta, eg havi gjørt fyri meg sjálvan”
“Havi ikki flent ella lært so nógv í fleiri ár”
“Eg læri so nógv um meg sjálvan, av at hoyra onnur”

Í sjálvhjálparbólkum viðgera vit eitt evni hvørja ferð, har avbjóðingar og loysnir verða viðgjørdar og greinaðar. Tú lærir, at onnur hava somu ella kanska størri avbjóðingar, og at tað eru nógvar og ymiskar strategiir, sum lætta um gerandisdagin. Kanska hugsar tú ikki um, at tú hevur eina góða strategi at megna eina avbjóðing, sum onkur stríðist við? Tú fært nýtt sýn á verðina og teg sjálvan, umframt strategiir og styrki at lætta um.

í sjálvhjálparbólki, snýr tað seg um:

  • at læra og geva
  • at styrkjast, byggja upp og finna frið og støðufesti
  • at hindra einsemi og koma í ein felagsskap
  • hava tað gott og mennast

Nær: Í heyst verða 6 ymsir bólkar, treytað av at undirtøkan er nóg stór. Bólkarnir byrja, so skjótt teir eru fulteknaðir og eru í hølum okkara í MEGD á Íslandsvegi 10C (yvirav Grønnlendingahúsinum)
Bólkarnir eru: Introbólkar í ADHD/ADD fyri børn, ung, kvinnur, menn, pør, foreldur og kunstterapibólkar fyri børn og ung.
Hvør kann luttaka Treytin fyri luttøku er, at tú hevur staðfest ADHD ella ADD. Tó í parbólki, skal minst annar hava staðfest ADHD/ADD. Í foreldrabólki skal minst eitt barn hava staðfest ADHD/ADD.
Hvør hevur bólkarnir: Bólkar fyri luttakaraum við ADHD/ADD eru altíð leiddir av fakfólkum. Foreldrabólkar verða leiddir av øðrum foreldrum.

Kostnaður: Bólkar fyri børn og ung er ókeypis. Fyri hinir kosta 200kr.

Melda til og les meir her