#1 Hvør situr í nevndini?

Adhd nevnd

Okkara nevnd

1️⃣ Navn, aldur og starv: Anna Nolsøe Joensen, 25 ár, læraralesandi, DAT-viðgeri og mentor hjá ungum við sálarligum avbjóðingum 💙@annanolsoe

2️⃣ Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum?: Eg fekk staðfest ADHD í 2017 og vil vera ein rødd fyri tey, ið onga rødd hava. Eg ynski at byrta eina vón fyri tey, ið hava mist trúnna á, at tað ber til at fáa eitt gott lív við ADHD – tí tað ber til! Eisini ynskti eg at vera ein partur av ADHD-felagnum, ið setir kunnleika og tilvit í brennidepilin. Vit kunnu basa fordómunum við kunnleika, tí fordómar trívast ikki, har kunnleikin ræður. Tað eru nógvir batar á økinum, men vit eru als ikki liðug enn. Enn er nógv, ið skal betrast fyri fólk við ADHD; hesum ynski eg at virka fyri

.3️⃣ Hjartamál í nevndararbeiðinum: Í løtuni brennur mítt hjarta serstakliga fyri øllum, ið eru á langa bíðilistanum til útgreining fyri ADHD. Mítt fremsta mál er at stytta um bíðitíðina, ið ongantíð hevur verið so long sum nú. Eg eri ørkymlað um gongdina og krossi fingrar fyri, at samgongan heldur orð um viðgerðartrygd! Tí tað hoyrir ongastaðni heima, at fólk bíða í áravís eftir røttu hjálpini.

4️⃣ Titt besta ráð til tey, sum hava ADHD ella foreldur: Hevði tað verið ein møguleiki at verið tolin, so hevði mítt besta ráð verið: Ver tolin! Og sig frá! Um tú ikki megnar tað, bið so um hjálp. Kanna hvørjir møguleikar tú hevur til hjálpartól/amboð, og ver ikki bangin fyri at krevja tín rætt t.d. í útbúgvingarskipanini. Tín heili virkar ikki á sama hátt sum aðrir, og tú hevur tørv á einum umhvørvi, ið ger tað møguligt hjá tínum heila at hugsavna seg á jøvnum føtri við aðrar heilar. Tað, ið riggar best fyri meg er at gera tað í dag, ið ger tað lættari fyri “framtíðar-Annu”. Tað kann eitt nú vera at strukturera komandi dagin, finna og leggja klæðini til næsta dagin fram, rudda dagsins órudd áðrenn songartíð ella pakka skúlataskuna dagin fyri.

#adhdnevndin #viðurkenning #adhdfo #adhdføroyar #adhdfelagið #øðrvísisaman #adhdtilvit