#2 Hvør situr í nevndini?

Okkara nevnd👏🏻

1️⃣ Laura Apol, 31 ár, útbúgvin samfelagsfrøðingur og arbeiði sum aðalskrivari í áhugafelagnum Sinnisbata @lauraapol

2️⃣ Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum: Eg bleiv spurd pent! Egentliga hevði eg ikki ætlað mær uppí nevndir av nøkrum slag, men henda nevnd gav onkursvegna meining fyri meg.Sjálv fekk eg endiliga staðfest ADHD í apríl 2021, hóast eg í fleiri ár hevði vitað, at tað nokk var óviðgjørt ADHD, sum lá undir fleiri av mínum avbjóðingum. Til dømis angist og OCD ☑️Men eg hevði klárað meg nøkunlunda í eini 30 ár, so tað var ikki nakað, eg hugsaði nógv um í gerandisdegnum. Nú er tað deiligt at verða blivin partur av einum felagsskapi, har eg ikki kenni meg øðrvísi, men bara eri sum hini, meira ella minni 😉

3️⃣ Hjartamál í nevndararbeiðinum: Eg ynski at meira fokus verður sett á at vera kvinna og hava ADHD/ADD 🚺 Fordómarnar eru nógvir! Eg blívi ómetaliga hørm, tá eg hoyri fólk gera gjøldur burturúr ADHD og siga, at tað bara er íspunnið, nakað fjas ella ein “móta-diagnosa”, ið øll fáa. Vit, sum hava ADHD, vita, at tað ikki er rætt. Vit føla tað og eru í tí. ADHD er til, og vit eru til! Samfelagið skal gera meira pláss fyri at vera eitt sindur øðrvísi og hugsa eitt sindur útum kassarnar, sum vit hava trupult at passa í. Eingin passar perfekt í hasar kassarnar, og so slett ikki vit, ið hava ADHD 😅 Tað vil eg fegin arbeiða fyri 👊🏻

4️⃣ Títt besta ráð til tey, sum hava ADHD ella til foreldur: Sum avvarðandi er tað umráðandi at vera tolin, lurta og virðurkenna. Hóast tað heilt sikkurt kann vera ein avbjóðing. Tað er ikki ein skomm, at eitt barn fær eina diagnosu, um tað kann hjálpa barninum. Tað er enn verri, um barnið ikki fær hjálp 😞Við røttu amboðunum, stuðlinum og vegleiðing kann ein liva eitt púra vanligt lív. Men tað snýr seg um at halda høvdið kalt, eisini fyri tann, ið hevur ADHD/ADD. Fyri meg var tað ein lætti at fáa staðfest ADHD. Eg visti tað frammanundan. Men nú fekk eg staðfest, at einki var galið við mær, og at ADHD var orsøkin til, at eg altíð havi kent meg øðrvísi. Tað kendist sum 20 kg dottu av herðunum á mær 😅

#adhdnevndin#viðurkenning#adhdfo#adhdføroyar#adhdfelagið#øðrvísisaman#adhdtilvit