Hvat merkir tað at vera eitt glasbarn?
Glasbørn eru systkin at børnum við serligum tørvi. Glasbørn kunnu kenna seg yvirsædd – sum at foreldrini og onnur bara síggja í gjøgnum tey, tí alt fokus fer á barnið við serligum tørvi. Vit hoyra ofta um, at í familjum, har eitt barn hevur ADHD, er ofta ikki tíð og yvirskot at taka sær av hinum systkjunum.
Glasbørn eru vaksin upp við at taka serlig atlit til sína systir ella beiggja. Og tí taka tey ofta eina serliga ábyrgd og royna at hjálpa.
Frá tey eru heilt lítil royna tey at vera “perfekt” fyri at skapa so lítið av trupulleikum fyri foreldrini sum gjørligt. Tey seta also sín egna tørv til síðis.
Við tíðini kunnu glasbørn kenna seg kenna seg trýst til at altíð vera glað og klára seg væl. Hetta kann seinni føra til einsemi og sálarligar avbjóðingar.
Glasbørn kallast eisini skuggabørn, tí tey vaksa upp í skugganum av systkjum við serligum tørvi.
ADHD og aðrar serligar avbjóðingar rakar tí alla familjuna – ikki minst systkini.