Jensjáku fekk ársins ADHD viðurkenning 2023

Rusuti Jensjáku Hansen vunnið ársins ADHD viðurkenning!
Fjórða árið á rað hava vit givið einum persóni tann serliga heiðurin at fáa ársins ADHD viðurkenning.
Jensjáku Hansen hevur í ár 2023 fingið tann væluppiborna heiðurin at fáa ársins viðurkenning. Hjartaliga tillukku!
Á heiðursbrævinum stendur “Takk fyri at tú varpar ljós á ADHD á tín heilt serliga, erliga og kveikjandi hátt. Nærum hvønn dag hevur tú undirhildið okkum við videobrotum, túrum og upplivingum, meðan tú venur at ganga upp á Aconcagua. Samstundis savnar tú pening inn til ADHD felagið”.
Fleiri fólk tilnevndu Jensjáku Hansen, og tí var nevndin samd um at hann skuldi hava heiðurin!
Tó vóru fimm onnur tilnevnd, sum gera okkurt heilt serligt fyri ADHD! Les orðini, tey seks tilnevndu fáa á vegnum:
⭐️ 1) Jensjáku Hansen ⭐️
Eg haldi, at Jens Jákup Hansen skal hava ársins adhd-virðisløn.
Jens Jákup Hansen leggur videobrot út nærum dagliga, har hann hugleiðir um adhd, prátar við aðrar adhd’arar og venur til at fara á Aconcagua, við tí endamálið at varpa ljós á adhd. Í hesum sambandið savnar hann eisini pengar inn til adhd-felagið. Nógv fólk fylgja við, og lata pengar til adhd-felagið. Jens Jákup hevur ferðast allan veg upp á Kilomanjaro, og venur hvønn dag til ferðina upp á Aconcagua. Hetta vísir ein ótrúligan vilja, og eisini hvussu adhd’arar kunnu brúka adhd til sín fyrimun. Jens Jákup er bæði íðin og strekur, men stórsta styrkin er, at hann er sárbarur og erligur. Hann hevur ikki bara dirvið at fara upp á Aconcagua, men eisni drivið at gráta til fyrilestrar og í útvarpinum. Tað, at Jens Jákup brennir fyri tí hann ger og røkkur teimum stóru málum hann setur sær, samstundis við at hann er jarðbundin, erligur og sárbarur, er ein inspiratión fyri fólk bæði við og uttan adhd. Tí hevur Jens Jákup uppiborið at fáa ársins adhd-viðurkenning.
Eg vil fegin tilnevna Jens Jákup Hansen “aka” Hin Rusuti at fáa ársins viðurkenning.
Sum “nýklødd” adhd kvinna hevur Jens Jákup, við videoum, uppløggum og tiltøkum gjørt meg, og fleiri við mær, varuga við ymskar avbjóðingar ið koma av at Hava ADHD – og ikki av tí eg eri dovin, duga illa, eri ófólkalig, eri ov kensluborin! Nei! Avbjóðinganar koma av ADHD – og at vera gjørd tilvitað um at hetta styrkir um sjálvsvirðið! Við søgum og støðulýsingum frá Jens Jákupi verða vit vónandi alsamt fleiri ADHD’arar ið megna okkara gerandisdag og náa tey mál okkara lága sjálvsvirði annars ikki trúði uppá. Hin Rusuti hevur avgjørt uppiborið at verða lyftur upp – hann er ein fyrimynd.
⭐️ 2) Nevndin í ADHD felagnum ⭐️
Takkað verið øllum teimum í ADHD toyminum og serliga tí viðkomandi, ið byrjaði við hesum, frá fyrstani tíð av❤️ Aldrin fyrr hava vit, sum hava hesar ymsu avbjóðingarnar, verið sterkari og hoyrd. Og sum sæst nú, er hetta nakað sum vil blíva størri og størri. Hetta er ein sera harður “kampur” at taka upp, men hann kann vinnast við góðum samanhaldi.
⭐️ 3) Beinta Nørspang Davidsen ⭐️ Beinta Nørspang Davidsen
Uttan iva koma nógv góð uppskot inn, um hvør hevur uppiborið hendan tittlin, men her kemur mítt uppskot. Beinta Nørspang Davidsen, sum er ADHD heimaráðgevi hjá almannaverkinum. Eg sjálv havi ADHD og dóttirin hevur ADHD, so fyri okkum er tað heilt FANTASTISKT at hava eina sum Beintu! Hon er rólig, fitt og skiljandi! Hun ger sítt arbeiði til UG. Hon dugir at hjálpa okkum at strukturera okkara dag (sum er ringt) og kemur við nógvum “tips and tricks”, som er so deiligt. Eg kundi skriva nógv meira, men eg eri sikkur í, at tað eru nógvar familjur sum kunnu vera einigar í, at hendan titlin hevur hon uppiborið ❤️
⭐️ 4) Serligmamma ⭐️
Eg vil tilnevna eina kvinnu, sum eitur Serligmamma (@serligmamma) á Instagram og Facebook.
Hon arbeiðir ótroyttiligt við at varpa ljós á ADHD og autismu, bæði við at lýsa sín egna gerandisdag og við at vísa á hagtøl og vísind. Hon hevur beint yvir túsund fylgjarar á Instagram, so tað eru túsund fólk, sum hava valt, at tey vilja vita meira frá henni. Við at framhaldandi vera dulnevnd, so kunnu fólk móttaka vitanina frá henni á ein “reinan hátt”, meint soleiðis, at fólk brúka ikki orku upp á at viga vitanina út frá hvør hon er. Til dømis “Jaja, tað kanst TÚ saktans siga…”, “Åh handan? Hon er slett ikki í ordan” ella “Hatta liggur til slagið hjá tykkum”.
Av tí at hon er dulnevnd, so giti eg, at hon ikki sjálv kann taka ímóti nakrari viðursløn alment, men eg ivist ikki í, at man kann arbeiða runt um tað, við at fáa onkran annan inn at taka ímóti tí í hennara stað í samstarv við hana.
⭐️ 5) Thora Eyðunsdóttir Marr ⭐️ Thora Eyðunsdóttir Marr
Fyri at fortelja opið um sína søgu, bæði áðrenn og aftaná diagnosuna.
⭐️ 6) Zarepta ⭐️
Eg ynski at tilnevna Leguhúsið Zarepta.
Okkara ADHD barn var á barnalegu og varð møttur við stórum umhugsni og innliti. Hann var partur av leguni sum øll onnur børn, og starvsfólkini á leguni saman við leiðsluni megnaðu gjøgnum sínamillum samstarv og samskifti við okkum at gera upplivingina sera góða. Eg haldi tey skulu hava virðislønina, tí tað er umráðandi at børn við ADHD eisini sleppa til barnalegur og fáa góðar upplivingar.
TÚSUND TÚSUND TAKK FYRI TILNEVNINGARNAR
Nevndin í ADHD felagnum