OPIÐ HÚS í Reinsarínum

Sunnudagin 29.10 bjóðar ADHDfelagið til opið hús í Reinsarínum.

Oktober er altjóða ADHDtilvitanar mánaður, og tí ynskja vit øllum hjartaliga vælkomin til eitt tilvitanartiltak.

Endamálið er at breiða ADHDtilvit, og tí vilja vit geva øllum høvi at koma og ogna sær vitan um alt, ið hevur við ADHD at gera.

Tú kanst spyrja, lurta, práta og hugna sær saman við øðrum, ið eisini vilja verða meira tilvitað.

Skráin verður fjølbroytt m.a. kemur Jensjáku Hansen at greiða frá innsavningini, nú avbjóðandi túrurin upp á Aconcagua nærkast.

Eisini verður ársins ADHD viðurkenning avdúkað.

Tiltakið er ókeypis og fyri øll.