#1 Hin rusuti
Vit eru sera sera takksom fyri alt uppmerksemi ADHD fær, og hjálp vit sum felag fáa. Tí eru vit era errin og glað fyri, at verða boðin í samstarv við Jensjáku Hansen, sum í januar 2024 fer at ganga uppá hægsta fjall í Amerika, Mount Aconcagua í Argentina!
Rusuti Jensjáku hevur ADHD við stórum H og er túrurin eitt amboð hjá honum, at liva væl við ADHD, sum lið í fyririekingunum, fer hann at filma hugleiðingar og prát við ymisk fólk, fyri at vísa, hvussu ymisk fólk eru, sum hava ADHD og hvørjar avbjóðingarnar eru, og hvussu tey hava ymiskar strategiir og amboð fyri at liva betri við sínum ADHD. Í stuttum, so fer Jensjáku at lýsa ADHD frá ymsum sjónarhornum.
Samstundis verður innsamling til túrin, og tað sum kemur inn útyrir túrin fer óskert til ADHDfelagið og arbeiði við sjálvhjálparbólkum, upplýsing og framløgum. Til ber at stuðla við at flyta pening á konto í Betri 9181 5785172.
Komandi árið fara vit at fylgja Jensjáku, leggja ymiskt út á sosialu miðlarnar og heimasíðuna. Ger so væl, her er fyrsti partur.
-Øll kunna verða við at stuðla, tað veri seg við pengum, greyðum ella við at práta við onnur um um túrin ella deila og dáma, tað virkar sum uppmerksemi.
Til ber at stuðla við at flyta pening á konto í Betri 9181 5785172.