Nevndin í ADHD felagnum anno 2023
Á aðalfundinum 19.februar bleiv nýggj nevnd vald í ADHD felagið. Sjey fólk eru í nevndini og 5 tiltakslimir. Ætlanin er at arbeiða eftir sama leisti sum higartil. Vit hava longu fingið nógv av skafti, men enn eru nógv mál á skrá.
Limakafé og sjálvhjálparbólkar
Vit hava havt fasta limakafé hvønn mánaða seinasta árið, og undirtøkan hevur verið góð, so tað halda vit áfram við. Nógv ymisk evni hava verið, og bæði foreldur, fakfólk og fólk við ADHD hava greitt frá um ADHD/ADD.
Sjálvhjálparbólkarnir hava víst seg at gera stóran mun fyri okkara limir, tí tá kann man kenna seg møttan og skapa nýtt netverk við onnur innan ADHD/ADD. Ella vera øðrvísi saman, sum vit plaga at siga í ADHD felagnum.
Ommu/abba-bólkur er á skrá
Á aðalfundinum kom eitt ynski frá salinum um at fáa ADHD felagið at bjóða bólkar fyri ommur og abbar at børnum við ADHD/ADD. Ommur og abbar eru ofta so stórur partur av lívinum hjá børnum og ungum við ADHD/ADD, at tey ynskja eisini meira vitan og at kunna tosa við onnur. Hetta halda vit í nevndini vera eitt so gott hugskot, at vit longu hava avgjørt, at vit fara at skipa fyri ommu-abba-bólki sum skjótast.
Vit arbeiða framhaldandi við at varpa ljos á ADHD/ADD og royna at avstigmatisera diagnosur við viðurkenning. Á skránni komandi árið eru t.d. bíðilistarnar til útgreining, fólkaskúlin, stovnar og arbeiðslív, og sum nakað nýtt ætla vit at hava meira fokus á dupultdiagnosur, tí nógv fólk hava bæði ADHD og autismu.
ADHD-felagið hevur nú fleiri enn 450 limir, har vit hava fingið meira enn 100 nýggir limir seinasta árið, og tað eru vit takksom fyri. Tað gevur okkum eisini eina eyka ábyrgd.
Í nýggju nevndini í ADHD felagnum sita Bjørg Dam, Poula Patursson, Maiken á Mýrini, Pætur Nattestad Petersen, Anne Sophie Nordendal, Petra Weihe og Óli Nolsøe í Garðamørk.
Tiltakslimir eru Laura Kathrine Apol, Edmund Djurhuus, Eyð-Britt Tjaldrastein, Louisa Fjallsbak og Berit Unn Petersen.
Nevndin skipar seg í næstum.
Nevndin í ADHD felagnum