Í ár býta vit tiltakið upp í tvey, eitt alment tiltak við spennandi framløgu um gransking & handan av stuðli. Eftir steðgin verður sjálvur aðalfundurin fyri limir.
Á almenna tiltakinum hava vit fingið Tórunn Ósá granskara, at greiða frá sínari sera spennandi granskingarverkætlan í samstarvi við Setrið og LS.
Tórunn granskar um títtleikan av neurologiskum sjúkum/brekum hjá børnum í Føroyum, harímillum ADHD, autismu, epilepsi, CP o.a.. Eisini kannar hon svøvnin og svøvntrupulleikar, og ger royndir við, um ein serligur tónakoddi kann vera ein bati upp á svøvntrupulleikar.
Sum partur av granskingini verður eisini hugt eftir ADHD títtleikanum, og hvørji børn og ung hava fingið ADHD diagnosuna frá 2004-2022 á LS.
Granskingin fer vónandi at geva okkum heilt nýtt forstáilsi fyri ADHD í Føroyum.
Les meir um granskingina her!
Seinasti møguleiki at stuðla Hinum Rusuta er 2.mars á konto í Betri 9181-5785172.
Jens Jákup kemur at handa stuðulin á aðalfundinum.Í yvir eitt ár hann gjørt eitt megnar arbeiði við at upplýsa um ADHD, ímeðan hann hevur savnað pening til felagið og til túrarnar m.a. uppá hægstu fjøll í Suðuramerika og Afrika.
Skráin er hendan:
Kl. 15:00 Forkvinnan Bjørg Dam bjóðar vælkomin
Kl. 15:10 Granskari Tórunn Ósá hevur framløgu um granskingarverkætlanina
Kl. 15:40 Spurningar
Kl. 15:55 Jens Jákup Hansen handar innsavnaða peningin ísamband við stóru herferðina og gonguferðirnar uppá hægsta fjall í Afrika og Suðuramerika.
Kl. 16:00 Kaffisteðgur og prát.
Annar partur: Aðalfundur byrjar og skráin er sambært viðtøkunum, bert fyri limir.
Val av orðstýrara
Kl. 16:15 1. Ársfrágreiðing forfólksins
Kl. 16:30 2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
Kl. 16:45 3. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
Kl. 16:50 4. Viðgerð av arbeiðsætlan fyri komandi ár
Kl. 17:10 5. Viðgerð av innkomnum málum
Kl. 17:15 6. Val av nevndarlimum
Kl. 17:30 7. Val av grannskoðara
Kl. 17:31 8. Ymiskt
Kl. 17:40 Liðugt.
(Eftir fundin mannar nýggja nevndin seg og tekur myndir)
Tríggir limir standa fyri vali: Anne Sophie (stillar ikki uppaftur), Óli og Maiken stilla bæði uppaftur. Tiltakslimir standa fyri vali sambært viðtøkunum.
Brennir tú fyri, at betra um lívið við ADHD í Føroyum, so ert tú hjartaliga vælkomin at stilla upp. Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja til forkvinnuna á tlf. 211428 ella skriva til adhd@adhd.fo.