Nevndin í ADHD felagnum

Nevndin í ADHD felagnum hevur skipað seg av nýggjum.
Í nevndini eru 7 nevndarlimir og 2 tiltakslimir!!
ADHD felagið hevur nú yvir 600 limir, sum er rekord! Tí er tørvur á einum sterkum ADHD felag, sum áhaldandi fylgir við, upplýsir og ger ein mun, har tað er neyðugt.

Vit gleða okkum at fara til verka og halda sjálvandi áfram við okkara vælumtóktu sjálvhjálparbólkum og føstu limakaféum – og sjálvandi er alt møguligt annað eisini á skrá komandi árið.

Nevndin anno 2024/25 skipaði seg soleiðis:
Forkvinna: Bjørg Dam (sjálvandi!)
Næstforkvinna: Poula Patursson
Nevndarlimir: Maiken á Mýrini, Óli Nolsøe í Garðamørk, Pætur Nattestad Petersen, Petra Weihe og nývald er Birita Kjærbo Mortensen.
Tiltakslimir: Eyð-Britt Tjaldrastein og nývald er Rebekka Niclasdóttir.

Hvør hevur sitið í nevndini fyrr? Les her https://adhd.fo/nevndin/ 


Fremst f.v. Óli Nolsøe í Garðamørk, Bjørg Dam, Poula Patursson. Aftast f.v. Petra Weihe, Birita Kjærbo Mortensen, Maiken á Mýrini og Eyð-Britt Tjaldrastein. Pætur Nattestad Petersen og Rebekka Niclasdóttir vanta á myndini