ADHD limakafé um skúla og ADHD

Í gjár høvdu vit ADHD limakafé aftur. Malan Mohr, lærari greiddi frá um skúla og trivnað hjá børnum við ADHD.
Eini 20 fólk vóru komin at lurta, mestsum øll foreldur, men eisini lærarar.

Har komu nógv góð ráð bæði til skúlar og foreldur, og vit hava fingið loyvi at deila tey her.

 



Aftaná framløguna var ein rúgva av spurningum og fólk vóru verandi og prátaðu leingi aftaná.

Tað besta við okkara føstu limakafé er at hitta onnur í somu støðu sum ein sjálvur – og tað var eisini galdandi í gjár.

Vit síggjast aftur sunnudag 6.oktober kl. 15:00