Sunnudagin 7.apríl 2024 fara vit aftur at seta sjóneykuna á børn og ADHD, og hvussu man heilt praktisk kann seta tíðliga inn, tá illgruni er um ADHD hjá barninum.
Hesa ferð standa Birita Kjærbo Mortensen og Poula Patursson fyri kaféini.
Birita er útbúgvin námsfrøðingur, leiðari á Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt og mamma at børnum við ADHD. Og so hevur Birita sjálv ADHD. Hon er eisini nývald í nevndina í ADHD felagnum.
Birita fer at koma við konkretum dømum hvussu man kann skipa ein meira ADHD vinarligan gerandisdag fyri børnini, bæði heima og á stovni. Hon fer at vísa dømi uppá boardmaker og tjekklistar.
Poula Patursson er kliniskur dietistur við royndum innan t.d. ADHD og autismu og starvast í løtuni á bú- og viðgerðarstovni fyri ung. Poula er mamma at tannáringi við ADHD og er næstforkvinna í ADHD felagnum.
Poula fer at tosa um fyrstu teknini uppá diagnosuna, og hvussu tey tá og nú royna at gera gerandisdagin meira forútsigiligan.
Vit vóna at síggja nógv fólk. Nýggir limir eru hjartaliga vælkomnir
Vit hava limakafé kl. 15:00 fyrsta sunnudag hvønn mánaða, undantikið í januar og august.