Sunnudagin 6. september kl. 15:00 hava vit aftur okkara limakafé.
Hesuferð kemur Bárður Person at siga sína lívssøgu við serligum denti á, hvussu tað er at liva við ADHD og Asperger og teimum fylgitrupulleikum, sum í hansara føri hava verið partur av lívinum.
Bárður fer eisini at seta orð sín uppvøkstur, og hvussu tað kennist at fáa staðfest kennist at fáa staðfest diagnosurnar lutfalsliga seint í lívinum.
Vit síggjast í okkara høli í Megd húsinum, Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn. Inngongd frá Jøkulstræti.


