#3 Hvør situr í nevndini?

Okkara nevnd 👇🏻

1️⃣ Poula Patursson, 44 ár, útbúgvin kliniskur dietistur og starvist á einum bú- og viðgerðarstovni fyri børn @aluoppoula

2️⃣ Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum: Eg eri mamma at einari dóttir við ADHD og vil royna at ávirka har eg kann, so hennara uppvøkstur kann blíva so góður sum møguligt🔥

3️⃣ Hjartamál í nevndararbeiðinum: Eg brenni serliga fyri at upplýsa fakfólk, sum arbeiða við børnum, soleiðis at skúlar og dagstovnar kunnu blíva betri til at lofta børnum við ADHD. Mín uppliving er, at nógvir lærarar og námsfrøðingar øgiliga gjarna vilja vita meira um ADHD! 🙏Mítt hjartamál er, at fólk við avbjóðingum ikki skulu verða hildin uttanfyri og stigmatiserað, men at samfelagið heldur verður broytt, soleiðis at øll kunnu passa inn – tí minst 1 út av 20 hevur ADHD!

4️⃣ Títt besta ráð til tey, sum hava ADHD ella foreldur: Fyrst og fremst er tíðliga útgreining neyðug, um tú vilt lofta tínum barni. Eitt gott ráð er, at um barnið hjá tær stríðist, og tú hevur eina kenslu av, at barnið er øðrvísi enn tey flestu, so fá tað útgreinað tíðliga! Tí hvat er tað ringasta sum kann henda? Vit mugu ikki vera bangin fyri “at stempla barnið”, tí eitt barn við ADHD kennir seg longu øðrvísi, við ella uttan útgreining. Mítt allarbesta ráð er at lurta eftir barninum! Um barnið hevur ilt í búkinum hvønn dag og ikki vil í skúla, so reagera! 👊🏻 At hava ilt í búkinum merkir oftast okkurt annað!Tosa við skúlan beinaveg, royn at fá tey at tillaga umstøðurnar, so barnið megnar at vera har. Ofta skal ikki nógv til at gera ein skúla meira ADHD-vinarligan. Men onkutíð kemur man hartil, at man má spyrja seg sjálva: kann barnið hjá mær koma at trívast í hesum skúlanum – ella er tíðin komin til at finna eitt annað tilboð? 📚Tí um barnið hjá tær í longri tíð ikki trívist, so gongur tað útyvir sálarheilsuna.Tað tekur tíð at byggja eitt barn upp aftur, sum er knekkað, so lat ikki standa til ov leingi 💔

#adhdnevndin#viðurkenning#adhdfo#adhdføroyar#adhdfelagið#øðrvísisaman#adhdtilvit