Í gjár vóru umboð fyri ADHD felagið í Løgtinginum og tosaðu við Trivnaðarnevndina
Herfyri sendu vit viðmerkingar – ella mótmælisskriv – til nøkur lógaruppskot, sum løgtingið ætlar at seta í gildi. Vit mótmæla, at man ætlar at fara eftir júst teimum borgarum í okkara samfelag, sum hava størst tørv á stuðul.
– Tað eina uppskotið er at strika serliga stuðulsveiting til tey lesandi, sum ikki megna at hava arbeiði við síðunnar av skúla. Tey hava ymiskar avbjóðingar og eisini ofta ADHD. At tey nú ikki fáa møguleika at fáa hesa eyka veiting halda vit er at toga grundarlagið undan teirra møguleikum Tey noyðast tá út at arbeiða fyri at fáa tað at hanga saman – og tað er ikki realistiskt, tí tað at ganga í skúla er nóg strævið, tá man hevur ADHD.
– Hitt uppskotið er økja egingjaldið til heilivág. Tað merkir í stuttum, at tað fer at kosta meira at fáa lívsneyðuga ADHD heilivágin. Eini 1200 kr meira um árið, sum er ein stór útreiðsla hjá eitt nú ungum lesandi men eisini øllum teimum familjum, har fleiri í familjuni hava ADHD!
Vit fingu sagt tað, vit ætlaðu okkum og føldu okkum hoyrd. Trivnaðarnevndin hevði nógvar spurningar til ADHD, og tí bleiv fundurin spennandi og longri enn ætlað
Løgtingsfólk eru demokratisk vald, tí vit trúgva uppá, at tey fara at gera tað besta fyri allar íbúgvar í Føroyum
Vónandi skiltu tey, at teirra ætlan um at spara hjá teimum, sum hava allarmest tørv á stuðul, ikki er tann rætta!
Leinkja til mótmælisskrivið um stuðulsveiting
Leinlja til mótmælisskrivið um hægri egingjald til heilivág
/Nevndin