Sunnudagin 2.mai 2024 er aftur limakafé í ADHD felagnum.
Hesa ferð eru tað Pætur Nattestad Petersen og Maiken á Mýrini ið skipa fyri.
Pætur er 33 ár hevur sjálvur ADHD. Pætur fer at siga frá sínum lívi, tí hann fann ikki út av at hann hevði ADHD fyrr enn hann var vaksin. Pætur er eisini útbúgvin námsfrøðingur og er í nevndini í ADHD felagnum.
Vit vóna at síggja nógv fólk 🙂
Vit hava limakafé kl. 15:00 fyrsta sunnudag í hvørjum mánaða, undantikið í januar og august. Nýggir limir eru hjartaliga vælkomnir 🙂